Ungi havnarmaðurin Markus Joensen megnaði í dag at svimja seg víðari til finalu í 50 metra bringusvimjing, á íslendskumeistarastevnuni á langgeil sum er í Reykjavík í hesum døgum. Tíðin hjá honum var 32.91, kravtíðin til at seta føroyskt juniormet er 32.32, og føroyska metið hjá Paula Ø. Mohr 31.39. Finalan verður seinnapartin í dag, SportTV sendir beinleiðis frá finalunum frá kl 18:30 føroyska tíð.
Tag: ÍM50
Markus kolldømur í finaluni í kvøld
Ókey, tað gekk ikki eftir vild hjá Markusi Joensen á íslendsku meistarastevnuni í kvøld – eftir at hava sett føroyskt met í innleiðandi riðlunum í morgun, so varð hann kolldømdur í finaluni fyri okkurt ótilskilað. Tað sær annars út til at hann svam ímóti einari ógvuliga góðari tíð, tí heldur ótraditionelt verða splitt-tíðirnar vístar her á úrslitalistanum, sum samanlagt geva tíðina 2:36.09 og bronsu … um altso hann ikki varð kolldømdur.
Splitt-tíðir frá innleiðandi og finalu:
- 33.62 – 1:14.33 (39.71) – 1:57.20 (42.87) – 2:37.87 (40.67)
- 33.53 – 1:12.37 (38.84) – 1:54.33 (41.96) – DQ (41.76)
Markus Joensen 2:37.87 og føroyskt met í 200 bringu
Markus Joensen hevur í morgun megnað at sett nýtt føroyskt met í 200 metra bringusvimjing, á íslendsku meistarastevnuni á langgeil, við tíðini 2:37.87 har metið hjá Jákupi Øssurssyni frá Euro-Meet í Luxembourg í 2006 var 2:38.20. Markus svimur fyri Havnar Svimjifelag, og við tað at hann er árgang 1996, so er tað lættliga eisini nýtt føroyskt juniormet. Hetta var í innleiðandi riðlunum, har hann varð nummar 2 aftanfyri bara Jakob Jóhann Sveinsson, so nú verður spennandi seinnapartin, um hann kann endurtaka metið, og vinna heiðursmerki.
Óli Mortensen 4:06.74, juniormet og bronsu á ÍM50
Ungi havnarmaðurin Óli Mortensen megnaði aftur í kvøld at seta føroyskt juniormet í 400 metra frí, tá ið hann á íslendsku meistarastevnuni á langgeil svam seg til triðjapláss við tíðini 4:06.74, aftanfyri Anton Svein McKee á 3:56.91 og Aron Ö. Stefánsson á 4:05.18.
(Óli á íslendsku aldursbólkameistarastevnuni í fjør)