So hevur Iran eisini fingið sín úrvalsdepil

Sjálvur forsetin Dr. Mahmoud Ahmadinejad klipti snórin, tá ið nýggja “National Academy and West Asia Development Swimming Center” lat upp tann 24 februar 2011 í Iran. Depilin umfatar tveir 50 metra hyljar, ein innandura og ein uttandura, ein kavingarbrunn, ein 25 metrar upphitingarhyl, 10 saunair, 10 boblubað, 10 svimjihylar til hydraterapi, yvirnáttingarmøguleikar til 300 fólk, eina matstovu og fundarhøli til 400 fólk. Hann kostaði 20 milliónir amerikanskar dollarar at byggja, og varð klárur uppá bara 10 mánaðir. Lesið her á fina.org.