Fýra føroyingar luttóku í gjár í Copenhagen Challenge, sum er triathlon á Ironman-teininum, tvs. 3.8 km svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning. Andrass Joensen megnaði at koma á mál í tíðini 9:55:05, sum rakk til eitt fimtapláss í hansara aldursbólki, menn 45-49 ár, har sjálvur fyrrverandi súkklarin Rolf Sørensen gjørdist nr 8. Evald Rasmussen. Evald Rasmussen gjørdist nr 42 í sínum aldursbólki við 12:09:22, og Kári Simonsen nr 66 við 13:11:20. Hjá kvinnunum megnaði Annelisa Justensen við tíðini 13:08:46 at gerast nr 18 í aldursbólkinum 25-29 ár. Í leypi av tiltakinum varð eisini føroyska Karina Ottesen heiðrað fyri sítt silvurheiðursmerki á Ironman-teininum í Klangenfurt tann 3. juli, har hon kvalifiseraði seg til Ironman á Hawaii við tíðini 9:34.50.