Spurningurin er um hann sum Hestoy sigur bíðar eftir at onkur úrvalssvimjari skal koma í neyð, ella um hann er settur at halda eygu við eini stúvstappandi fullari høll :-S
Tag: Isle of Wight 2011
Christian hevur góðar vónir
Høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag hevur góðar vónir. 31 gull og 31 silvur … haldi tað er meira enn vit hava tilmeldingar til 🙂
Dugir tú at úttala Cayman, altso ordiliga ?
Loove the accent … Pál, tú kemur ikki heim fyrr enn tú dugir at siga kayMaan !! 🙂
Hestoy prátar við Tanju
Jon Hestoy og Tanja Skaalum tosa um ball í Royn-høllini og vónunum fyri Oyggjaleikir. Ljóðar sum um at tað onkuntíð lønar seg at vera svimjari.
Genturnar hugleiða
Hestoy pressar nakrar samrøður ígjøgnum her, einaferð í gjár ella fyrradagin. Klassa-sitat: “Tú kanst gott siga ‘noy’ og koma beint út á svimjing.com við hesum her … tú kanst bestemma teg um tú sigur ‘noy’ ella nakað fornuftigt”. Tíverri gekk tað ikki hjá Evu sum hon ætlaði, men latum okkum krossa fingrar fyri restini.
So er svimjingin byrjað á Oyggjaleikum
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Tað gekk gott nokk upp og niður á Oyggjaleikastevnuni í svimjing í morgun, nú føroyingarnir skuldu royna seg fyri fyrstu ferð. Onkur misti brillurnar og reyk út úr finaluni, og onnur spardu seg so mikið at tey mundu heldur ikki komið víðari. Kappingin vísir seg at vera sera hørð, men saman um tikið gekk tað tó so mikið væl, at vit enn eiga boð uppá væntaðu heiðursmerki, og svimjarar í øllum 11 finalum í kvøld.
Skjótari enn Pál í 200 frí
Handskin er kastaður ! 😀
Bjarnason í 10 km hædd
Óførur symbolikkur her. Gott prát um vónir og ætlanir annars.
Prát við liðleiðaran Mariu
Prát við Mariu Danielsen á veg avstað úr Vágum. Eitt sindur skeptisk um at vit kunnu vinna 30 gull, ‘men man kann jú altíð royna’ 🙂
Woodlands, føroyska ‘head quarters’
Síðstu ætlanir fyri svimjioyggjaleikir 2011 verða ráðlagdar her á Woodlands-terrassuni hjá Bjarnasyni 🙂