Myndir og video av Oyggjaleikum

Jon Hestoy hevur funnið internet á Isle of Wight, og fer tí regluliga at senda heim myndir og video frá leikunum, sum vit so sjálvsagt leggja út her sum skjótast. Her á Flickr er eitt serligt myndasavn til endamálið, sum vælsagtans fer at vaksa við tíðina, meðan video fer á www.youtube.com/svimjing

LIVE-síðan við at vera klár til Oyggjaleikir 2011

Sjokeraður yvir at føroysku miðlarnir ikki varpaðu beinleiðis frá hálvum maratoni í morgun, eri eg nú farin undir at savna saman tað tilfar sum eg yvirhøvur dugi at finna, á www.svimjing.com/live. Sjálvsagt við fokus á svimjing her, og við AMÍ-stevnuni afturat, sum hevur sín síðsta dag í dag. Skiftið yvir á Isle of Wight Radio, tit sum í hesum døgum ikki tíma at lurta eftir bandaðum horntónleiki 🙂



Video streaming by Ustream

IOW-miðlar klárir við forritum til fartelefonir

iow-radio-appFyriskipararnir av Oyggjaleikum á Isle of Wight kunngera her, at IW County Press hevur lagt út eina serliga heimasíðu við sniði til fartelefonir, iPad og líknandi, har alt møguligt frá Oyggjaleikum verður lagt út leypandi. Heiðursmerki, met, skaðar, tíðindi. Og IW Radio hevur eina iPad og iPad app her á iTunes, til tey sum eiga sovorðið.

iw-webapp-2

Nógvar góðar vónir til Oyggjaleikir í ár

Caymanian Compass skrivaði í gjár at at teirra svimjarar plaga at klára seg væl á Oyggjaleikum, og at liðið sum fer nú man fara at halda tað støðið (“is bound to maintain that standard”). Har eru tað serliga Lara Butler og Joel Combough sum hava møguleika at koma á heiðursmerkjaskamlarnar, meðan hetlendingar seta sítt álit á Felix Gifford, Amy Harper og Andrea Strachan. Forrestin ein super mynd av øllum oyggjaleikaliðnum hjá hetlendingum sum heild, pá tvørs av ítróttargreinar, sum The Shetland Times hevur á heimasíðuni í dag.

So eru tað Oyggjaleikir 2011

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Í næstu viku verða 14. Oyggjaleikir hildnir á Isle of Wight, við luttøku av 14 føroyskum svimjarum. Tvær ferðir hevur svimjilandsliðið vunnið leikirnar, seinast so mikið dyggiliga at Føroyar eisini vunnu leikirnar sum heild. Hesuferð er liðið í stóran mun skift út, og kappingin harðnað frá serliga Guernsey, men tó so standa Føroyar enn til at vinna flest heiðursmerki.

oyl_liðið
Continue reading So eru tað Oyggjaleikir 2011

Fimm ferðir verður tað Ian ímóti Magnusi

Ian Powell av Guernsey er tann mannligi svimjarin næst eftir Páli sum stendur til at vinna flest gullheiðursmerki, eina ferð á Páli í 200 firvald, og annars fimm ferðir við Magnusi sum nummar tvey sambært tilmeldingartíðunum.
Continue reading Fimm ferðir verður tað Ian ímóti Magnusi

Kristina Neves er nakað fyri seg

Eitt navn vit koma at hoyra nógv til á Oyggjaleikum, er 14 ára gamla Kristina Neves av Guernsey. Úrvalsstøðið hjá henni er best lýst við, at hon á oyggjameistarastevnuni Rothschild Island Championship hjá guernseybúgvum í oktober 2010 vann allar 16 kappingar hjá kvinnum, setti 12 met og vann steypini fyri flest stig tilsamans og besta avrik yvirhøvur.


Continue reading Kristina Neves er nakað fyri seg

Føroyingarnir verða rímiliga nógvir men ungir

Tey verða eini 137 luttakarar á svimjistevnuni á Isle of Wight, harav føroyingarnir sum kunnugt eru fjúrtan. Okkara lið er í snitt 4 ár yngri enn tey av Guernsey, og eini 5 færri, men tað fer væl at koma teimum afturum brekku seinni 🙂
Continue reading Føroyingarnir verða rímiliga nógvir men ungir

Bermuda droppaði Oyggjaleikir tí at hylurin var ov stuttur

Gløggi lesarin hevur nokk lagt til merkis, at annars sterka Bermuda manglar á startlistunum til svimjistevnuna á Isle of Wight. Eg havi leitað eitt sindur á netinum, og síggi at høvuðsvenjarin har sambært The Royal Gazette á Bermuda kallar stevnuna fyri “spill av tíð”, av tí at hylurin á Isle of Wight er ov stuttur.

“The issue that we are dealing with for this particular games is that the pool being used for the games is not the correct length,” said Smith.

“This means that any swim that is done in that pool will not be recognised for qualification purposes or for record applications.

“It would be very unfair to our athletes to train all year for the opportunity to compete overseas, to pay for this overseas opportunity and have the times not count.”

Continue reading Bermuda droppaði Oyggjaleikir tí at hylurin var ov stuttur