Startlistarnir klárir til Oyggjaleikir 2011

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum á Isle of Wight 2011 boða nú frá, at startlistarnir til svimjistevnuna liggja klárir at síggja her á csdiom.com. Um tað gongur sum sambært tilmeldingunum, so koma Føroyar at vinna svimjistevnuna á triðja sinni, men ikki so greitt sum í fjør, vegna harða kapping frá Guernsey. Pál verður ikki óvæntað stóri heiðursmerkjaslúkurin á leikunum, meðan unga Kristina Neves av Guernsey verður vandamiklast hjá kvinnum.
Continue reading Startlistarnir klárir til Oyggjaleikir 2011

Oyggjaleikaliðið hjá Jersey umfatar m.a. 37-ára gamla McGreevy

Heimasíðan This is Jersey skrivar her rættiliga nágreiniliga um Oyggjaleikaliðið hjá Jersey, hvørji tey eru, hvat tey skulu svimja og hvørji teirra idol eru. Altso veruligar vangamyndir, har tað millum annað verður sagt um aldursforsetan Stefan McGreevy:

Stefan McGreevy (37): 50m, 100m butterfly; 50m freestyle and relays. Operations director for a hedge fund manager. Member of the England youth swimming team 20 years ago who is making his Games debut. His aim is to try and keep a record of how many times someone makes reference to his age for a competitive swimmer.
Did you know? Stefan claims he is actually 21! Really he is a keen angler and member of the Island water polo team.
Sporting idol: Martin Johnson.

Halsall luttekur ikki á Oyggjaleikum

Isle of Man Swimming skrivar her at tey senda bara 5 gentur og 1 drong til Oyggjaleikir: Laura Kinley, Charlotte Atkinson, Stephanie Brew, Hannah Howitt og Poppy Evans, umframt 16 ára gamla Tom Bielich. Grant Halsall kláraði eisini kravtíð, men meldar frá tí at hann er úttikin at umboða Stórabretland á EJM í Beograd. Hann luttekur eisini á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, nú í vikuskiftinum.

Oyggjaleikaskráin er klár

Fyriskipararnir av Oyggjaleikum skriva her á Twitter at skráin fyri svimjistevnuna er dagførd, eg giti endaliga, við áseting av nær teir ymisku stevnupartarnir byrja. Upphiting byrjar hvønn morgun klokkan 8:00, mánadag til hósdag 27. – 30. juni, innleiðandi riðlarnir klokkan 09:30, upphiting til finalur klokkan 16:00, og finalurnar so klokkan 17:30.

The swimming programme has been updated. See http://tiny.cc/n231o for list of events and http://tiny.cc/963dh for events with timings.less than a minute ago via web Favorite Retweet Reply

Darren Mew fer at luttaka á Isle of Wight

Ellesmere College Titans veit at siga at tveir svimjarar hjá teimum fara at luttaka á Oyggjaleikum í summar, 17 ára gamla Poppy Evans fyri Isle of Man, og 31 ára gamli Darren Mew fyri Isle of Wight. Serliga Mew er áhugaverdur, sum OL-finalistur bæði í Sydney ár 2000 og Athen ár 2004, og fleirfaldur heiðursmerkjavinnari í stytru bringusvimjingargreinunum á HM, EM og Commonwealth games. Hann eigur enn oyggjaleikametini 28.25 í 50 bringu og 1:02.99 í 100 bringu.

Guernsey ætla at vinna líka nógv heiðursmerki sum seinast

Guernsey’s Amateur Swimming Association tók herfyri út 20 svimjarar til Oyggjaleikir á Isle of Wight, harav 13 eru menn og 7 kvinnur. Sambært channelonline.tv ætla tey at endurtaka succésina frá leikunum á Álandi, har tey vunnu 24 heiðursmerki tilsamans.

Svimjararnir eru:

  • Kvinnur: Casey Lee (26), Heather Chapman (19), Victoria Parfit (18) Lottie Parfit (16) Nicole Hewlett (15), Alicia Munro (16), Kristina Neves (14)
  • Menn: Ian Hubert (28), Ross Yates (28), Ian Powell (26), Ben Lowndes (25), Tom Hollingsworth (23), Jeremy Osborne (21), James Jurkiewicz (20), Matthew Girard (20), Joshua Lewis (18), Stewart Hume (19), Luke Belton (17), Luke Winberg (15) Miles Munro (15)

Continue reading Guernsey ætla at vinna líka nógv heiðursmerki sum seinast

Føroysku tilmeldingarnar til Oyggjaleikir 2011

Viðfestar eru føroysku tilmeldingarnar til Oyggjaleikir 2011, so sum tær síggja út her við ‘deadline’. Ein óhugnaligur sterkur hópur, sum við Páli, Paula og Magnusi eigur føroysk einstaklingamet í øllum uttan 50 rygg hjá monnum, og sum við Biritu, Ceciliu, Evu, Poulu og Turið eigur øll juniormetini uttan í 200 firvald, umframt við Biritu, Evu og Turið eisini eini 4 føroysk seniormet. Listin burdi verið rættiliga væl eftirkannaður eftirhondini … men um nakar finnur ein feil, so boðið vinarliga frá sum skjótast, til mín á rokur [kurla] ssf.fo.

oyl_liðið

Trý ‘wildcard’ við til oyggjaleikirnar

Vit frætta úr svimjihøllini í Gundadali, at svimjisambandið hevur valt at geva trý ‘wildcard’ fyri at kunna manna stafettirnar til oyggjaleikirnar á Isle of Wight. Svimjarnir, sum hava fingið eykaplássini eru Dánjal Hestoy úr Havnar Svimjifelag, Guðrun Mortensen úr SuSvim og Heðin L Olsen úr Ægir.

Landsliðsnevndin segði í samband við kravtíðir til Áland 2009:

“Wildcard’ eigur at gevast til at kunna manna eina stafett í hvørjum kyni, um 3 aðrir svimjarar eru úttiknir.”

Dagførdi listi yvir svimjarar, sum hava klárað kravtíðirnar til oyggjaleikirnar, sær soleiðis út:
Continue reading Trý ‘wildcard’ við til oyggjaleikirnar