Pál føroyskt met í 400 frí, men droppaði finaluna

Pál Joensen setti í morgun nýtt føroyskt met í 400 frí, við at svimja 3:40.12 har hann á World Cup stevnuni í Stockholmi i november svam 3:40.16. Harvið kvalifiseraði hann seg við áttandu bestu tíð til finaluna í kvøld, og kann sikkurt svimja undir 3:40, men metir sjálvur at gloppið niður til teir potentiellu heiðursmerkjavinnararnir á 3:37 er so mikið stórt, at hann heldur vil spara seg til finaluna í 1500 frí. Vit hava eisini tann praktiska trupulleika, at um hann skal svimja finalu seinnapartin, so mugu vit fara við bussinum av hotellinum longu klokkan 14:00, um vit vilja vera vís í at koma fram til tíðina. Og klokkan er altso farin av 12 nú, meðan vit her á Abdi Ipekci Arena bíða eftir bussi til hotellið, sum eftir ætlan fyrst fer klokkan 12:30.