Relaxation at Top Speed

Sjálvur “Tarzan” – Johnny Weismuller – skal einaferð hava sagt um kappsvimjing, at “the greatest secret to freestyle swimming is relaxation at top speed“. Hann var í 1922 fyrsti maður undir minuttin og 59 sekund í 100 frí á langgeil, og vann í 1924 og 1928 OL gull á teininum, sum ein av teimum fýra monnunum ið til nú hava megnað at vunnið 100 frí á tveimum Olympisku Leikum (Duke Kahanamoku, Johnny Weismuller, Alexander Popov & Pieter van den Hogenband).

Her er tað tvífaldi heimsmeistarin Filippo Magnini, ið svimur kapp á evropameistarastevnuni í Istanbul, nú í desember. Tað eru sikkurt ymiskar meiningingar um hvussu hann setur albogan í, nærmast samstundis sum hondina. Men leggið líka til merkis hvussu lítið spennt hondin er, hóast hann er í harðari kapping, og hóast hon um nakrar brøkpartar av einum sekundi skal skræða vatn til sín.


Continue reading Relaxation at Top Speed

Svenskur svimjari slapp at spæla Droppy

Ein svenskur landsliðssvimjari slapp at royna at vera maskotturin Droppy eina løtu, á EM í Istanbul. Og hann treivst so mikið væl við uppgávuni, at hann kláraði tveir umgangir runt um hylin, og dansaði og tók myndir saman við svimjarum, venjarum, dómarum og áskoðarum, sum um at hann ongantíð hevði gjørt annað. Buksurnar avdúka Svea 🙂

Soleiðis sær tað úr tá ið draktin skrædnar

Italski Edoardo Giorgetti var við tilmeldingatíðini 2:04.98 og styrkismeting sum nr 7 í 200 bringu millum absoluttu favorittarnar at koma í finalu, men skræddi so superdraktina beint áðrenn start. Dómararnir valdu at bíða við startinum til hann var komin úr draktini; og soleiðis sær tað altso út, tá ið tú svimur ‘bara’ 2:12.24 ímóti evropaelituni, og tí endar sum nr 36 av 43.

Svimjing er ikki bara hædd og armtøk

Mest hugvekjandi avrik á EM í Istanbul var eftir mínum tykki, tá ið lutfalsliga lítli og (latum okkum bara viðganga tað…) tjúkki Johannes Dietrich vann 50 firvald, við nýggjum evropameistarastevnumeti á 22.07 sekund. Hann er ikki meira enn kanska 180 cm høgur, og ikki serliga góður til sjálva firvaldasvimjingina… men hinvegin heilt einstandandi teir fyrstu 15 metrarnar í starti og eftir vending, tá ið man hevur loyvi at svimja bara beinspark undir vatnskorpuni. Go go Super-Joe!

3-4 heimsmet, fjórða dag á EM

Fyrst var tað ungarski úrmælingurin Daniel Gyurta, ið á evropameistarastevnuni í Istanbul setti heimset í 200 bringu við ótrúligu tíðini 2:00.67, har heimsmetið hjá avstralska Christian Sprenger frá í august mánaða var 2:01.98. Síðani betraði italska Federica Pellegrini við tíðini 1:51.17 um sítt heimsmet í 200 frí, har hon á evropameistarastevnuni í Rijeka í fjør svam 1:51.85. Og so hendi tað heilt ótrúliga, tá ið báðir russararnir Stanislav Donets og Arkady Vyatchanin vunnu gull og settu heimsmet í 100 rygg, við tíðini 48.97, har heimsmetið hjá Vyatchanin frá leygardegnum var 49.17. Les SwimInfo.com

CIMG1642

EM í Istanbul, síðsti dagur og heimferð

Ja, so er EM liðugt á hesum sinni. Kári J. á Høvdanum megnaði á síðsta degi at seta nýtt persónligt met í 50 firvald við tíðini 25.78, har hansara besta tíð til nú var 25.82 frá kapping í Klaksvík í november. Mona Simonsen mátti melda frá 200 frí vegna sjúku, og Pál Joensen megnaði ‘einans’ at svimja 1:48.61 í 200 frí, har hann í Rijeka í fjør svam 1:46.61. Harvið endaði EM við úrslitum sum gott nokk eru væl betri enn hvat man er vanur við at føroyingar klára, men sum fyri hesar úrmælingar tó ikki føldust heilt nøktandi.

PC140031
Continue reading EM í Istanbul, síðsti dagur og heimferð