Fyrst setti slovenski Peter Mankoc nýtt heimsmet hálvfinaluni í 100 blandað, við tíðini 50.76 har heimsmetið hjá Sergey Fesikov frá World Cup í Berlin herfyri svam 50.95. Fesikov fekk næstbestu tíð, við 51.40, so nú verður spennandi um Mankoc fer at klára at vinna sítt 10. evropameistaraheiti í 100 blandað á rað, ella um Fesikov tekur tað við einum nýggjum heimsmeti, í finaluni í morgin.
Tag: Istanbul 2009
Pál 14.38.00 á EM, men føroyskt met á 800
Eg haldi at eg kann loyva mær at avdúka nú, um taktikkin sum eg frætti um her fyri nøkrum døgum síðani. At Pál skuldi leggja hart út og satsa uppá at hinir ikki kundu fylgja við, og so annars kempa fyri at halda allan vegin heim. Ein taktikkur sum eg persónliga haldi vera púra rættur, tá ið man sum Pál ikki hevur serliga styrki í spurtinum, og tí helst skal sleppa frá sínum kappingarneytum áðrenn tað kemur so langt.
Upptakt til 1500 frí finaluna í Istanbul
Til tey av tykkum sum dáma splitt-tíðir og detaljur, so arbeiða Jon Hestoy og eg í løtuni í hujen hast við at lista upp ymiskar detaljur, her á Google Docs. Tað er ikki heilt liðugt, og verður kanska heldur ikki 100% fullfíggjað og rætt. Men eg helt at so høvdu tit okkurt, nú vit allíkavæl stríðast við tí 🙂
Mona 4:28.66 í 400 frí
Tað gekk heldur ikki væl hjá Monu Simonsen í dag, tá ið hon á evropameistarastevnuni í Istanbul svam innleiðandi 400 frí við tíðini 4:28.66, har hennara persónliga met og føroyska met er 4:19.54. Tað man serliga vera teir nógvu sjúkradagarnir í seinastuni sum gera seg galdandi her, við tað at hon var sjúk við krím upp undir landsdystin ímóti Íslandi fyri 14 døgum síðani, og so aftur krímsjúk í vikuni eftir landsdystin. Mona hevur nú bara 200 metrar frí eftir í morgin, har hon vónandi kann pressa seg til eitt eitt sindur betri úrslit, men annars er tað so avgjørt ikki gingið eftir vild hjá henni, her á EM.
Continue reading Mona 4:28.66 í 400 frí
Kári svimur ikki 100 rygg
Kári J. á Høvdanum hevur valt at melda seg frá kappingini í 100 rygg, nú tað gekk so illa á hálva teininum í gjár. Í staðin fokuserar hann 100% uppá uppgávuna í morgin, at svimja 50 firvald so skjótt sum gjørligt. Og her burdi verið kjansur fyri betring, nú hann í 100 firvald betraði seg frá 58.27 til 57.76.
Mona Simonsen er tí einasti føroyingur í hylinum í morgun, tá ið hon umleið klokkan 7:49 føroyska tíð fer at svimja 400 frí, í riðli saman við millum annað sjálvari Federicu Pellegrini. Fokus er her uppá fyrst og fremst at svimja sína egnu kapping, heldur enn at hugsa um hvat hinar gera. Og her kann Federica Pellegrini faktiskt vera ein fyrimunur, við tað at hon óivað fer drønandi frá hinum, nú hon vegna onga tilmeldingartíð skal svimja í fyrsta riðli, hóast hon er heimsmeistari frá HM í Rom í summar.
Mona og Kári í eldin leygarmorgun
Triði dagurin til EM-stutthyljameistarkappingina liggur fyri framman. Árla á morgni eru Kári J. á Høvdanum og Mona Simonsen í hylinum. Kári svimur 100 rygg og Mona svimur 400 frí. Triði dagurin á altjóða svimjistevnum er harður, men vit vænta at síggja tey bæði legga til brots, hóast møði og turkiskt kaos.
Aftur éitt heimsmet, annan dag á EM
Ungarski Laszlo Cseh betraði á evropameistarastevnuni í Istanbul í kvøld stórt um sítt heimsmet í 400 blandað, við at svimja 3:57.27, har heimsmetið hjá honum frá evropameistarastevnuni í 2007 var 3:59.33. Ungarar eru bara góðir til hetta her blandað, tí Ungarn vann eisini silvur í teimum 400 í dag, við David Verraszto, ið vist nokk er beiggi Evelyn Verraszto, ið setti heimsmet í 200 blandað í gjár. Les t.d. her á SwimmingWorld Magazine.
Mona í eldin
Tíðindi frá SSF: Annar dagur í Istanbul
Aftaná innleiðandi um fríggjamorgunin í Istanbul eru føroysku svimjararnir lidnir fyri í dag. Tað vóru tey trý Kári Jóannesarson á Høvdanum, Pauli Øssursson Mohr og Mona Simonsen, sum svomu ávíkavist 50 metra ryggsvimjing, 100 metra frísvimjing og 800 metra frísvimjing. Tað vil siga absoluttu sergreinirnar hjá Kára og Monu, meðan Pauli trívist best á 50 metrum.
Tíðindi frá SSF: Fyrsti dagur í Istanbul
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Tað gjørdust ikki til tey heilt stóru úrslitini hjá føroysku svimjarunum, fyrsta dag á evropameistarastevnuni á stuttgeil í svimjing í Istanbul.
Okkara ‘vlogga’ á Kyte
Í avspælaranum her niðanfyri sæst nýggjasta videobrot hjá okkum á Kyte.tv. Bæði Jón Bjarnason og undirritaði kunnu ‘streama live’ við okkara fartelefonum, so vit skulu nokk royna at gera tað rímiliga regluliga.
(video strikað)