Ja, so siti eg í lobbyini á “WOW hotel 5 star”, sum ikki er tað sama sum “WOW hotel 4 star”, ið liggur beint við síðuna av, ella hitt sikkurt rættiliga ótespuliga “WOW hotel 2 star”, sum bilførarin segði lá inni í sjálvum Istanbul. Bilførarin segði “minutes” fyri “star”, tá ið hann skuldi spyrja hvar vit skuldu – “5 minutes or 2 minutes?” – so tit kunnu gita at tað var eitt sindur fløkjasligt. Og tað endaði eisini við at hann bara gav okkum eitt millumting, við at seta okkum av yviri við “4 star”. Men ókey, so lærdu vit at fraklendingar búgva har yviri, og so fekk Bjarnason eitt sindur meira motion, av at skula bera massagubonkin her yvir.
Tag: Istanbul 2009
Tvey sms boð úr Danmark
Rókur skrivar kl 12.41:
“Nú gongur tað glatt. Møttu danska landsliðið í Kastrup, og fingu tá arrangerað venjing her hjá KVIK. So nú svimja tey lætt, meðan vit bíða eftir næsta flúgvara.”
Eini onnur boð komu kl 16.28:
“Sá, nú sita vit í flúgvaranum til Istanbul. Gott lag á øllum, eftir góðan bita í Kastrup. Hotellið hjá okkum er beint við flogvøllin, so tað burdi verið nemt.”
Continue reading Tvey sms boð úr Danmark
So er tað Istanbul
Shaila millum Garðarnar mátti tíverri melda avboð í dag; men hini fýra eru so komin norður og vestur í øllum góðum, saman við einum venjara, einum leiðara, einum fysioterapeuti og einum fjeppara. Tað leikaði annars hart á í dag, tá ið suðuroyingar ta einu løtuna lógu verðurfastir har suðuri, og tískil risikeraðu at ikki bara koma ov seint til flúgvaran í morgin árini, men eisini flúgvaran víðari til Istanbul úr Kastrup seinnapartin í morgin.
Continue reading So er tað Istanbul
Lotte Friis ætlar sær undir heimsmetið í 800 frí
Danska Lotte Friis var á World Cup í Berlin bara 8 hundraðpartar frá heimsmetinum hjá italsku Alessia Filippi, og sigur tí sjálvsagt í samrøðu við SwimNews.dk, at hon ætlar sær undir heimsmetið á komandi EM í Istanbul í desember. Sum hon vælsagtans skal, um Filippi eisini luttekur í Istanbul. Annars áhugaverdar viðmerkingar hjá Friis, um sína luttøku í “Vild med Dans”:
Jeg er sikker på at det faktum at jeg i en periode har haft mulighed for også at fokusere på noget andet end svømning, er medvirkende til at jeg i endnu højere grad kan bevare fokus på, og være motiveret for, at svømme de næste mange år.
Endelig er der også en personlig tilfredstillelse i at vise alle de “kloge” trænere og sportsledere der dømte mig færdig pga. vild med dans, at hvis man udviser viljestyrke og selvdisciplin, kan man sagtens bevare sit sportslige fokus – selvom man i en periode også laver noget der også er sjovt.
Danski EM-hópurin úttikin
Danski landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer hevur í dag tikið út sín hóp til stuttgeila-EM í Istanbul í Turkalandi, sum verður 10. til 13. desember 2009. Fyri okkum føroyingar er tað mest viðkomandi óivað, at Elspa Mørkøre ikki er í danska hópinum. Svimjigreinarnar niðanfyri er okkurt sum sviar hava lagt afturat á www.simma.nu, ið tey kalla “primära lopp” (høvuðsgreinar).
Kvinnur
- Rikke Møller Pedersen, STO95/Frem/NTC (200 bryst)
- Lotte Friis, Sigma/Allerød/NTC (800 fri)
- Jeanette Ottesen, Kvik Kastrup (100 butterfly)
- Micha Østergaard, VAT/AIF/NTC (200 butterfly)
- Louise Jansen, Sigma/Allerød (200 individuel medley)
- Pernille Larsen, AGF (200 rygsvømning)
- Amalie Emma Thomsen, Sigma/Allerød/NTC (400 individuel medley)
Nýggju startskamlarnir verða brúktir á EM í Istanbul
Evropeiska svimjisambandið LEN hevur nú sambært SwimNews.com kunngjørt, at nýggju ‘track’ skamlarnir fara at verða brúktir á komandi evropameistarastevnu á stuttgeil, í Istanbul tann 10. til 13. desember 2009. Teir skuldu eftir ætlan eisini hava verið brúktir á HM í Rom, men altjóða svimjisambandið FINA valdi tá at lata verða, tí tey ikki hildu at nóg nógvir svimjarar høvdu havt møguleika at venja seg við teir. Millum føroyingar er tað nokk bara Pál Joensen sum hevur roynt ein slíkan enn, á World Cup í Stockholm í fjør.
Image courtesy of Omega
Heimasíðan hjá EM í Istanbul er klár
Turkiska svimjisambandið hevur nú sett upp heimasíðuna www.istanbul09.com, at vera miðdepil um 13. evropeisku stuttgeilameistarastevnuna, sum verður í Istanbul tann 10. – 13. desember 2009. Tey fara at seta upp ein svimjihyl í multiarenuna Abdi İpekçi Arena, sum annars mest verður brúkt til kurvabólt, og sum kann húsa 12500 áskoðarum. Har eru onkrar flottar turistvideoir… men í løtuni er tað nokk mest viðkomandi at vísa, at Istanbul vegna søguliga stóra vatnflóð stendur meira ella minni undir í vatni, í hesum døgum :-S