Mads Glæsner missur eisini HM-gullið í 1500 frí

Danska svimjisambandið hevur júst sent út tíðindaskriv ið staðfestir, at Mads Glæsner eisini missur sítt heimsmeistaraheiti í 1500 metra frísvimjing, frá HM í Istanbul í desember 2012. Harvið er Pál Joensen nú formelt silvurvinnari frá HM í Istanbul 2012; og um vit minnast aftur til sjálva kappingina, so kann ein bara gita hvussu tað hevði gingið, um ikki Glæsner hevði verið so væl fyri.

Eg endurgevi her niðanfyri tíðindaskrivið frá Dansk Svømmeunion

Mads Glæsner fratages guldmedaljen i 1500 m fri fra VM på kortbane 2012

Dansk Svømmeunion udsendte søndag en pressemeddelelse i forbindelse med, at den danske topsvømmer, Mads Glæsner, har fået en dopingdom af FINAs dopingpanel i Lausanne. Beskrivelsen af dommen, som den fremgik af søndagens pressemeddelelse, må nu præciseres, da FINA har understreget, at Mads Glæsner ikke blot mister sin bronzemedalje i 400 meter fri, hvor han blev testet positiv, men også mister sin guldmedalje i 1500 m fri ved samme mesterskab. Et løb, han svømmede to dage senere.

DSC07753
Continue reading Mads Glæsner missur eisini HM-gullið í 1500 frí

Mads Glæsner dømdur 3 mánaðar karantenu fyri doping

Danska svimjisambandið kunngjørdi fyri løtu síðani at FINA hevur dømt danska heimsmeistaran Mads Glæsner í 3 mánaðar karantenu, eftir at tey á HM í Istanbul staðfestu Levmetamfetamine í blóðinum hjá honum. Positiva royndin varð staðfest eftir finaluna í 400 metra frísvimjing, har Glæsner vann bronsu, og hann verður tí eisini dømdur at missa tað heiðursmerki. FINA velur tó ikki at taka heimsmeistaraheitið frá honum í 1500 metra frísvimjing, frá tá ið hann tveir dagar seinni vann á millum øðrum bronsuvinnaranum Pál Joensen, av tí at dopingroynd tá ikki staðfesti nakað ólógligt.

Pál and Mads at the Rijeka 2008 SC Europeans

Eg viðfesti her í tí fylgjandi fulla tíðindaskrivið frá Dansk Svømmeunion

Dopingdom til svømmeren Mads Glæsner

Svømmeren Mads Glæsner er af Fina (det internationale svømmeforbund) blevet testet positiv for brug af et forbudt stof under VM på kortbane i december 2012. Fina idømmer Mads Glæsner tre måneders karantæne samt fratagelse af VM-bronzemedaljen i 400 m fri.
Continue reading Mads Glæsner dømdur 3 mánaðar karantenu fyri doping

Mads Glæsner loysir frá posabandinum

Danskir miðlar endurgeva í dag nýklækta heimsmeistaran Mads Glæsner fyri at siga, at hin nú fráfarni landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer beinleiðis oyðilegði hansara Olympisku Leikir, við bevíst at lata allan hópin fylgja eini skrá sum niðurraðfesti venjingina hjá harrunum, til frama fyri kvinnurnar, hatta hálva árið undan OL tá ið eisini Pál Joensen var við í hópinum. Ein ætlan sum Mads sigur at Wildeboer avdúkaði bara fáar dagar undan OL. Les t.d. Sporten.dk

– Paulus lagde ikke skjul på, at træningen ikke var forberedt til svømmere udefra. Det fortalte han os et par dage før OL. At træningen var planlagt og tilrettelagt for nogle få svømmere, og så kunne vi andre bare følge med. Den information havde jeg meget svært ved at få et par dage inden OL, konstaterer Mads Glæsner med ærgrelse i stemmen.

Pál and Mads at the Rijeka 2008 SC Europeans
Continue reading Mads Glæsner loysir frá posabandinum

Føroyar millum bestu svimjitjóðir í heiminum

Tað er torført at skilja, hvussu góð úrslitini hjá Páli Joensen eru fyri Føroyar sum svimjitjóð. HM bronsuheiðursmerkið hann vann sunnudagin í Istanbul legði Føroyar á einum deildum 23. plássi saman við Kekkia og Trinidad & Tobago. Gott nokk liggja vit aftast millum londini sum vunnu heiðursmerkir, men aftanfyri okkum liggja 137 tjóðir, ið einki vunnu. Har í millum sterkar svimjitjóðir sum Svøriki, Holland, Kanada, Eysturríki, Serbia og Tunesia, ið vanliga kappast um heiðursmerkir.

Føroyar millum tey 25 bestu av 162 luttakandi londini.
Continue reading Føroyar millum bestu svimjitjóðir í heiminum

Birita 50 frí á HM í Istanbul

Birita Debes luttekur her í 50 metra frísvimjing á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Istanbul, leygardagin hin 15. desember 2012. Tíðin 26.64 var heilt nær hennara bestu tíð á 26.46 frá Ægir-stevnu í februar 2012, og harvið hevði hon avgreitt allar sínar fýra luttøkur á HM í Istanbul við úrslitum á høgum støði.