Pál Joensen vann HM bronsu við 14:36.93

Pál Joensen vann í kvøld HM bronsu í Istanbul við tíðini 14:36.93 aftanfyri Mads Glæsner (14:30.01) og evropameistaran Gregorio Paltrinieri (14:31.13). Teir tríggir fylgdust at tað mesta av teininum til Paltrinieri setti ferðina upp við Mads í hølunum tá 500 metrar vóru eftir. Mads tók yvir teir síðstu 50 metrarnar. Fyrrverandi heimsmeistarin, Mateusz Sawrymowicz, royndi at fanga Pál aftur, men Pál megnaði at halda hann aftanfyri seg.

DSC01729
Continue reading Pál Joensen vann HM bronsu við 14:36.93

Pál svimur HM finalu kl 18:36

Pál Joensen svimur í 1500 HM-finaluni í Istanbul kl 18:36 føroysk tíð, sum er 20:36 lokal tíð. Kappingin verður varpað beinleiðis á turkisku sjónvarpsrásini TRT3. Ensk miðlafólk, Stuart Storey og fyrrverandi svimjarin Alison Sheppard, siga frá á rásini hjá FINA. Eisini ber til at síggja splitttíðirnar á Omegatiming.com. B-, C-, D- og E-finalurnar vóru í morgun.
Skjótasta tíðin í morgun átti Matthew Levings úr Avstralia. Tíðin hjá honum var 14:40.05. Ryan Feeley úr USA var bara 1/100 sekund spakuligari. Tí noyðast svimjarnir í kvøld svimja undir 14:40.05 fyri at geva sær vónir um eina medalju. Pál svam fyri góðum mánaði síðani 14:44.83 í Tokyo.

Poula 2:20.12 og føroyskt met í 200 blandað

Poula Øssursdóttir Mohr megnaði í gjár at seta nýtt føroyskt met í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Vaasa svam teinin uppá 2:20.12, har metið hjá henni frá FM í mai var 2:20.58. Tíðin rakk til eitt fjórðapláss í kappingini, sí úrslitalistan her.

Birita Debes 28.51 og nýtt føroyskt met í 50 rygg

Birita Debes megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt met í 50 metra ryggsvimjing, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni í Istanbul svam teinin uppá 28.51 sekund, har hennara føroyska met frá Ægir-stevnu í februar var 28.62. Óført av rituvíksgentuni, harvið varð hon nummar 26 av 60 luttakandi í hesi grein. Sí úrslitalistan her

DSC07501

Pál Joensen 3:42.23 og nr 6 í 400 frí á HM í Istanbul

Pál Joensen luttók í gjárkvøldið í finaluni í 400 metra frísvimjing, á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Istanbul. Tað varð ein rættiliga spennandi finala har Pál var væl við, hóast kinesiski Yun Hao legði avstað sum eitt óløgi, og Biedermann so tá í móti endanum hevði sín tiltikna spurt, ið gjørdi at týskarin endaði við at verða heimsmeistari. Pál varð nummar 6 við tíðini 3:42.23, eitt sindur skjótari enn í innleiðandi, nú verður spennandi í 1500 finaluni í morgin. Sí úrslistalistan her.

Tveir turist-túrar í Istanbul

Av tí at kappingarskráirnar hjá Páli og Biritu eru so ymiskar, so lá tað betri fyri hjá honum at fara ‘sightseeing’ í gjár, enn hjá Biritu sum tí fór í dag. Fínar greiðir hjá mær, tí so fekk eg tveir túrar 🙂

Har er ein reyður tráður í videounum, kanska tit finna hann 😛

Og nei, tað er einki serliga heitt í Istanbul

Pál og Rókur nær Sultan-moskuni

Birita, Petur Heðin og Rókur í Grand Bazaar

Mie Ø. Nielsen nýtt norðurlendskt met og silvur á HM í Istanbul

Danska Mie Ø. Nielsen sett í kvøld nýtt norðurlendskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Istanbul vann silvur í tíðini 57.07, aftanfyri amerikansku Oliva Smoliga á 56.64. Sí úrslitalistan her.

DSC07126