Birita Debes luttekur her í 100 metra frísvimjing á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Istanbul í Turkalandi. Tíðin 58.23 er hennara næstbesta nakrantíð, har besta tíðin er 58.20 frá Ægir-stevnu í november 2012.
Tag: Istanbul 2012
Birita 58.23 í 100 frí á HM í Istanbul
Birita Debes luttók í morgun í 100 metra frísvimjing á heimsmeistarastevnuni í Istanbul, og bleiv hon har nummar 50 av 100 luttakandi við tíðini 58.23. Besta tíð hjá henni er 58.20 frá Ægir-stevnu í november 2012, so tað var irriterandi tætt við persónligt met, men tó avgjørt ein góð tíð. Birita hevur nú teir stuttu teinarnar eftir, 50 frí og 50 rygg, sum báðir verða svomnir leygarmorgun. Sí úrslitalistan her.
Mie Ø. Nielsen 57.15 og nýtt norðurlendskt met í 100 rygg
Danska Mie Østergaard Nielsen megnaði í dag at seta enn eitt norðurlendskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Istanbul svam bestu tíð av øllum 16 í hálvfinaluni, 57.15 har danska og norðurlenska metið hjá henni frá EM í Chartres var XX.XX. Sí úrslitalistan her.
HM í Istanbul beinleiðis á Eurosport
Eurosport sendir beinleiðis frá finalunum í Istanbul kl 17.00 føroyska tíð. Á heimasíðuni hjá FINA ber til at hoyra beinleiðis frá kappingunum, eisini kl 17.
Video: Birita 100 rygg á HM í Istanbul
Birita Debes luttekur í 100 metra ryggsvimjing á HM í Istanbul. Hon er á geil 0, sum tíverri sæst illa sjálvt uppi frá har ‘videoanalytikararnir’ standa.
Birita 1:01.68 í 100 rygg á HM í Istanbul
Birita Debes svam í morgun 100 metra ryggsvimjing á heimsmeistarastevnuni í Istanbul, og kláraði hon seg har bara heilt væl, við tíðini 1:01.68 og eitt 36. pláss av 67 luttakandi. Hetta er skjótasta tíð hon hevur svomið uttan ‘superdrakt’, í mun til 1:02.43 sum hon svam á Ægir-stevnu í februar, og hartil heilt nær hennara føroyska meti á 1:01.46 frá NJM í 2010. Sí úrslitalistan her
Skráin hjá okkum í Istanbul
So er tað í morgin árini at Birita byrjar ballið, tá ið hon her á HM í Istanbul skal luttaka í 100 metra ryggsvimjing, umleið miðskeiðis í innleiðandi partinum sum byrjar kl 10:00 Istanbul tíð (08:00 í Føroyum). Síðani kappast tey bæði Pál allar dagar fram og við sunnukvøldið, tá ið Pál endar føroysku luttøkuni við finaluni í 1500 metra frísvimjing. Ferðaliðið hevur SSF-telefon +298 51 75 59, vinarliga brúkið hana um tit vilja í samband við nakran her, tí tað kostar kassan at samskifta úr Turkalandi.
Pál í 1500 frí finalu á HM í Istanbul
Enn einaferð hevur Pál Joensen megnað at umboða Føroyar í altjóða finalu, nú hann sunnukvøldið skal luttaka í 1500 metra frí finaluni á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil, sum er í Istanbul í Turkalandi. Og tað við einum fjórðaplássi, vegna góða úrslitið sum hann fekk á EM í Stettin í fjør. Og í 400 frí sær tað faktiskt enn betri út, har hann á pappírinum liggur til eina bronsu. Pál sigur seg vera væl fyri, so tað kann bara blíva spennandi 🙂
Fyrsta venjing avgreidd í Istanbul
Pál og Birita hava verið og roynt hylin her í Istanbul – Tað er ein rættiliga stór høll bygd til kurvabólt eot, har tey hava sett ein 25 metra hyl við 10 geilum upp (harav 8 verða brúktar í kapping), og har tey so hava sett ein 25 metra upphitingarhyl upp eisini, í einum tjaldi uttanfyri. Stórsligin men tó rættiliga konsentrerað ‘har tað sker’, so vit av álvara sleppa at albogast við hin 159 londini.