20 ára gamli Jack Marriott byrjaði fyrst í ár at svimja ‘seriøst’, við at fara frá 3 venjingum um vikuna til 6, við síðuna av lestrinum til verkfrøðing á University of Oxford. Hann hevur svomið eitt sindur tá ið hann var yngri, men tað var nú bara aðru ferð at hann svam 50 firvald á langgeil, tá ið hann sunnudagin gjørdist bretskur meistari við tíðini 24.33, sum samstundis er besta tíð í Bretlandi í ár. Fyrru ferð gjørdist hann bretskur universitetsmeistari, við tíðini 24.56. Bretar taka ikki út nakran til HM fyri 50 firvald, men í morgin svimja teir 100 firvald.