Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Úrslitini frá svimjingini á oyggjaleikum í Gotlandi vísa týðiliga framgongd aftaná ættarliðskiftið á Jersey í 2015 og sum heild liggur svimjingin í einum aldutoppi, ið byrjaði á Rhodos í 2007. Til samans hava svimjarnir fingið 76 gull-, 49 silvur- og 49 bronsuheiðursmerki tey seinastu 10 árini. Her skal minnast til, at føroysku svimjarnir luttóku ikki á Bermuda í 2013. Taka vit øll gullheiðursmerkini í svimjing hjá føroyingum síðan 1985 so er talið 101.

Continue reading Listin yvir søguligum oyggjaleikasvimjarum er dagførdur

Ægir-kvinnur 4:03.56 og føroyskt met í 4×100 frí

Ægir-kvinnur settu í dag nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing, tá ið tær á triðja degi av FøroyaMeistarastevnuni á langgeil 2017 svumu teinin uppá 4:03.56. HS-kvinnur áttu metið á 4:04.84, frá FM á langgeil í fjør. Tær sum svumu nú fyri Ægir, vóru Signhild Joensen, Jana B. Thomsen, Barbara Debes og Ásbjørg Hjelm.

Jana 2:28.40 og føroyskt met í 200 firvald

Jana Bjartalíð Thomsen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 2:28.40. Jana er árgang 2000 og svimur fyri Ægir.

14718863_10211230118813318_6283676038738130813_n
Jana frá tá ið hon setti føroyskt met í 200 firvald á stuttgeil á Ægir-stevnu í oktober 2016. Morensa Bjartalíð eigur myndina.

Continue reading Jana 2:28.40 og føroyskt met í 200 firvald

Jana 2:22.64 og juniormet í 200 firvald

Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir setti í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 2:22:64. Sára R. Nysted (2001), SuSvim átti juniormetið á 2:24.04, frá FM á stuttgeil 2016.

14718863_10211230118813318_6283676038738130813_n

Besta tíð hjá Janu sjálvari var 2:24.61 áðrenn hetta, frá HS-stevnu í september mánaða. Morensa Bjartalíð eigur myndina.