Janet Evans setti tvey nýggj masters heimsmet leygardagin, tá ið hon luttók á sínari fyrstu svimjistevnu yvirhøvur síðani 1996. Fyrst svam hon 4:23.82 í 400 frí (á langgeil), har heimsmetið hjá aldursbólkinum 35-39 ár var 4:26.17. Og síðani morlaði hon heimsmetið í 800 frí, við at betra tað meira enn 10 sekund, niður á 8:59.06. Les The Orange County Register.
Tag: janet evans
Janet Evans ger comeback (!)
Janet Evans gavst við kappsvimjing á høgum støði eftir OL í Atlanta í 1996, gullvinnari frá 1988 og 1992 og við heimsmetinum frá 1988 í 800 frí sum kom at standa líka fram til superdrakt-tíðini í Beijing í 2008. Hon bleiv talskvinna fyri ymiskar fyritøkur, giftist og fekk tvey børn, men avdúkar nú at hon er byrjað aftur at venja miðvíst, fram ímóti at kvalifisera seg til OL 2012 á amerikansku úttøkustevnuni næsta ár. Les meira her á newser.com.
Janet Evans venur aftur ?
Nú hoyrist mutl úr USA, at 39 ára gamla Janet Evans er farin at venja aftur, hjá Mark Schubert, við amerikansku úttøkustevnuna til OL sum mál. Sum tey skriva her á Swimnetwork, “the greatest distance swimmer in history”, sum átti heimsmetið í 800 frí í 19 ár, frá 1989 til Rebecca Adlington tók tað í superdrakt á OL í 2008, og sum ‘bara’ skal klára at svimja 8 sekund frá sínari bestu tíð í 800 frí, til at koma við til OL í London.
Éitt heimsmet eftir frá fyrru øld
Øll tey gomlu eru farin, undantikið teir 800 frí hjá Janet Evans frá 20. august 1989, tá ið hon svam 8:16.22. Men man tað ikki fara áðrenn vit vita av? Lesið her á SwimInfo.