Hjartanemandi søgu her í The New York Times, um hvussu eitt heilt svimjilið og venjari teirra blivu burtur í flóðalduni, ávegis til venjing í næstan nýggju svimjihøllini í Rikuzentakata. Og so verri enn so tey einastu: av teimum 23.000 íbúgvarunum í býnum, eru meira enn 1 út av 10 annaðhvørt burtur ella eru ikki funnin aftur síðani handan seinnapartin fyri 10 døgum síðani, tá ið flóðaldan tók tríggjar fjórðinar av býnum uppá nakrar fáar minuttir. Funnið á scaq.blogspot.com.
Tag: japan
Ups, góvu 60.000 kr til skeiva svimjara
Japanska svimjisambandið hevði í februar lovað 1 millión yen, ella umleið 60.000 krónur, til tann svimjra sum rakk flestu FINA stig. Men tey brúktu skeivu FINA talvu, og komu tí til at geva bringusvimjaranum Ryo Tateishi virðislønina, í staðin fyri Hidemasa Sano sum eftir røttum hevði klárað flest stig. Pengarnir eru nú tiknir aftur frá Tateishi, og givnir Sano. Les swimnews.com
Kitajima sett nýtt heimsmet í 200 bringu
Japanski Kosuke Kitajima setti í dag nýtt langbana heimsmet í 200 bringu hjá monnum, við at svimja 2:07.51 har tvey ára gamla heimsmetið hjá amerikanska Brendan Hansen var 2:08.50. Kitajima svam í eini Speedo LZR Racer, og skapti forrestin eitt sindur av øsing longu fyrradagin, tá ið hann vísti seg í eini T-shirt við áskriftini “Eg eri svimjarin”, í mótmæli móti at japanska svimjisambandið hevur avgjørt at avmarka sínar svimjarar til einans at kunna brúka svimjidraktir av slagnum Asics, Descente ella Mizuno. Continue reading Kitajima sett nýtt heimsmet í 200 bringu