Donsku dámurnar eisini evropameistarar í 4×50 blandað

Tað kann væl vera at Jeanette Ottesen rópti eftir teimum ungu; men tað sær út til at hava riggað, nú donsku dámurnar eru evropameistarar í bæði 4×50 frí og 4×50 blandað … uttan hjálp frá Mie Ø. Nielsen. Í dag vóru tað Kristina Thomsen, Rikke Møller Pedersen, Jeanette Ottesen Gray og Pernille Blume sum megnaðu tað, at vinna á Kekkia og Fraklandi og øllum hinum, har tað líkasum var Ottensen sjálv sum við 25.10 í 50 firvald (!) hálaði tað heim. Sí úrslitalista her.

Friis og Ottesen um venjingarlegu og bretsku ‘trials’

Lars Sørensen tosar her við donsku heimsmeistararnar báðar, Jeanette Ottesen og Lotte Friis, um júst avgreiddu hæddarlegu í Spania og Suðurafrika, og um vánirnar nú tær fara til úttøkustevnuna hjá bretum í OL-høllini í London. ‘Estiski vinurin’ sum tey tosa um er Rein Haljand, ið sum kunnugt hevur vitjað eisini her heima nakrar ferðir, hann var í Spania og testaði har eisini Pál Joensen.

Jeanette er ársins navn í donskum ítrótti, Alex í norskum

Jeanette Ottesen varð fyri løtu síðani vald til ársins navn í donskum ítrótti, frammanfyri Carolinu Wozniacki og hondbóltsharrarnar. Sí tíðindi her á DR. Alexander Dale Oen varð um sama mundi valdur til ársins mannligi íðkari í Noregi, frammanfyri nøvn sum Petter Northug og Thor Hushovd. Sí tey tíðindini her á NRK. Stuttligt at akkurát tey bæði skuldu veljast, sum vóru ‘í lag’ við Páli og Jón á World Cup í Berlin, Moskva og Stokkhólmi í 2010.

DSC00008

(Jeanette, Malan, Magnus og Pál við morgunmatarborðið á World Cup í Stokkhólmi 2010)

Jeanette Ottesen fer at royna seg sum stand-up komikari

Sporten.dk skrivar her at danski heimsmeistarin í 100 metra frísvimjing Jeanette Ottesen nú skjótt fer at royna seg sum stand-up komikari í sjónvarpaðum ‘Vild med comedy’ á TV 2 Zulu. Ikki tí at hon heldur seg vera serliga stuttliga, men tí at hon vil royna sínar grensur av.

– Jeg skal være med i programmet ’Vild med comedy’ på TV 2 Zulu. Dybest set har jeg sagt ja, fordi jeg er pissebange. Jeg skal overskride mine egne grænser, og der skal ske noget vildt, fortæller Jeanette Ottesen i bilen på vej hjem fra optagelser med tv-holdet.

– Jeg elsker stand-up, og jeg synes, det er fedt at se som publikum. Men personligt er jeg slet ikke sjov. Hver gang jeg forsøger at være sjov, falder det til jorden. Men det er derfor, jeg vil være med. Jeg vil lære at være sjov og overskride egne grænser på vejen, fortæller hun.

Jeanette Ottesen

Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville

Danski landsliðsvenjarin, Paulus Wildeboer, vísir her lokalum fólkum í Leadville, hvussu hansara svimjarar venja. Hann greiðir frá, at gamla mytan um, jú harðari tú venur tess betur verður tú, er skeiv. Í hansara huga eigur tað at vera, at tess betur tú venur, tess betri verður tú. Wildeboer leggur aftrat, at fyrr hevði man nógva aeroba venjing, áðrenn man gjørdi anaeroba venjing. Nú verður anaerob venjing lagd í venjingini beinanvegin. Í videobrotinum verður víst dømi uppá hetta. Man sær eisini Wildeboer fýsa eftir Lotte Friis (6 min 50 sek).


Continue reading Paulus Wildeboer vísir hvussu tey venja í Leadville