Amerikanarar eru á gosi, nú bæði A og B dopingroyndirnar hjá Jessica Hardy frá U.S. Trials vísa seg at vera positivar. Hon hevur nevniliga kvalifiserað seg til OL í Beijing í 100 bringu og 50 frí, men er nú sambært SwimInfo ikki longur í leguni hjá OL hópinum. Tað er ikki kunngjørt enn akkurát hvat hon hevur hevur dopað seg við, men viðmerkingarnar á SwimInfo nevna Clenbuterol, sum kann nýtast til at fáa steroid-pumpaðar vøddar at virka betri, umframt sambært slatrinum at vera populert slankievni hjá t.d. Britney Spears.
Og føroyingar, gevið gætur at altjóða matvøruvinnan kann finna uppá at brúka Clenbuterol til at pumpa djór upp við, og at hetta evnið fyrr hevur gjørt fólk sjúk sum ótu djórini. Úr viðmerkingunum “In 2006, 330 people fell ill in Shanghai after eating pork tainted with clenbuterol.”. Av hesi orsøk hevur t.d. amerikanska landsliðið sambært The New York Times avgjørt at taka kjøt við sjálvi til Beijing, tí tey eru bangin fyri at amerikanarar annars risikera at testa positiv í doping-royndunum, av tí at tey hava etið kinesiskt kjøt. Continue reading Krisa í USA: Jessica Hardy tikin fyri doping