Ein rættiliga nógv seinkað video her frá Jóansøkusvimjingin í fjør. Sovorðið tekur altíð so mikið nógva tíð at man ræðist, men Bartal segði at eg skuldi bara royna at smekkað stuttar ‘bestu bitar’ saman og so velja eitt av teimum løgum sum YouTube fyrislær. Hetta hóskaði í longd og er um svimjing … 🙂
Tag: Jóansøkusvimjingin 2011
Lív vann Jóansøkusvimjingina 2011
11-ára gamla Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var tann sum varð skjótast av øllum havsvimjarum á Jóansøkusvimjingini 2011, tá ið hon í gjárkvøldið svam teir umleið 870 metrarnar (pluss ein sjálvvaldan boga) uppá umleið 14 minuttir.
Aksel Haraldsen venjari hjá rørslusvimjarunum í Havn svam beinari men seinari, og misti tí á stokkinum, til einans at verða skjótastur av monnum. Onnur vunnu vist nokk eisini – eg forsømdi at fáa ein úrslitalista heimvið, og veit tí ikki heilt hvat og hvørjar tíðirnar vóru.
(Nakrar útvaldar myndir frá havsvimjingini og øðrum tiltøkum á Jóansøku)
Continue reading Lív vann Jóansøkusvimjingina 2011