Raskir havsvimjarar svumu sum kunnugt tvørtur um fjørðin har suðuri fríggjakvøldið, umleið 870 metrar í beinari linju úr Líðini vestan fyri atløguna hjá Smyrli og yvir á keiina á Tvøroyri. Kappast varð í tveimum aldursbólkum, svimjarar yngri enn 25 ár og svimjarar eldri enn 25, har Cecilia Wigant Eysturdal og Húni Vestergård vunnu í yngra aldursbólkinum, og Elin Olsen og Remi Lamhauge í eldra. Brynhild Klein hevur verið so blíð at senda okkum nakrar myndir.
Úrslit frætt higartil
Kvinnur yngri enn 25 ár
- Cecilia W. Eysturdal 10.59
Kvinnur eldri enn 25 ár
- Elin Olsen
- Randi Holm
- Anida Johannesen
Menn yngri enn 25 ár
- Húni Vestergård
Menn
- Remi Lamhauge 13.44
- Jon Hestoy
- Sámal Olsen
Her er ein flott mynd frá startinum.