Meðan Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan og Føroyaleikir 2021 verða avgreiddir í Vági, og meðan Bartal E. Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag svimja framúr á EJM í Róm, so hava eisini Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Lea Osberg Højsted úr Ægir svomið framúr, tær báðar á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Klaipeda í Litava.
Nú sum fyrsti dagur er farin framvið, og harvið tveir teir fyrstu stevnupartarnir av trimum, so hava tær sett tvey stór persónlig met í part, umframt at hava svomið væl eisini í hvør sína triðju kappingargrein. Sí yvirlitið her
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2021/07/image.png?resize=600%2C221&ssl=1)
Kappingin er sum væntað hørð ímóti hinum norðurlondunum á stevnuni í Klaipeda, men smæðast tær tó ikki púra burtur í millum. Til dømis var Lea nr 11 av 16 luttakandi í 200 bringu, og Jóhanna nr 13 av 16 luttakandi í 400 blandað.
Nýggi landsliðsvenjarin Kristian Martin Joensen var væl nøgdur, nú hann heilsaði úr Klaipeda seinnapartin, og spurdi til hvussu tað gekst hjá okkum í Vági. Eg haldi at man má bara siga, at tað gongur heilt ókey hjá føroyskari svimjing, hóast alt, við úrslitunum nú úr Róm og Klaipeda og Vági, alt í senn.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2021/07/nmu-landslidid-2021.jpg?resize=600%2C400&ssl=1)