Venjingarlegan er nú avgreidd hjá føroyska EJM-landsliðnum í Canet-en-Roussillon í Suðurfraklandi, og tey eru seinnapartin ávegis til Poznan í Póllandi, har evropeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjar mikudagin 10. juli. Men HM-landsliðið fer skjótt til nágreiniliga sama stað, at venja upp undir HM í Barcelona, og her er tí ein áhugaverd eftirmeting / víðarigeving av ‘nice to know’ frá Jón Bjarnasyni, til Kristian Martin og hini.
Tag: jón bjarnason
KVF-samrøða við Jón Bjarnason á FM 2013
Leivur Frederiksen tosar her við Jón Bjarnason á øðrum degi av FM/JM 2013, um støðuna í Suðuroyar Svimjifelagi og sovorðið.
DR samrøða við Jón Bjarnason á Danish Open 2013
DR fekk Jón Bjarnason av kantinum eina løtu til at tosa um føroyska svimjing, Pál Joensen og annað. Jón kundi millum annað avdúka, at Pál stríðist við sjúku, nú á Danish Open, so mikið at hann væl ikki verður at síggja í 1500 í morgin.
Jón og Frans og hini shoppa í Thailandi
Eitt skemtiligt brot á On-Sport, har Rikke Møller Pedersen filmar ein túr til handils eftir matvørum í Thailandi, nú hon, danska landsliðið og Pál og Jón eru á venjingarlegu. Jón tosar um bringusvimjing, og Frans keypir turran fisk 🙂
Pál og Jón á venjingarlegu í Thailandi
Pál Joensen og Jón Bjarnason eru í hesum døgum saman við danska landsliðnum á venjingarlegu í Thailandi, Pál tí hann venur á NTC (det Nationale TræningsCenter), og Jón sum hjálp nú danir skifta landsliðsvenjara.
Her er ein video sum Pál legði út í morgun, við viðmerking ‘monkey likes coke’
Landsdystur Danmark – Føroyar
Ein eitt sindur ørvísi og tíverri fyri okkum sikkurt óoffisiell kapping millum landsliðini bæði Pál og Jón fyri Føroyar, ímóti René og Daniel fyri Danmark.
Pál og Jón millum áskoðarar
Teir báðir Pál og Jón vóru millum áskoðarnar, tá kvinnurnar svumu 4×100 frí og settu nýtt danskt met við 3:37.45. Kvinnurnar úr Avstralia vunnu og settu nýtt OL met við tíðini 3:33.15 frammanfyri Holland og USA. Sí úrslitini her.
Standandi frá vinstru: Glæsner, Lie, Joensen, Bjarnason
Pál og Jón undir allarsíðstu OL-fyrireikingar
Tað er nú sunnudagin 22. juli at Pál Joensen og Jón Bjarnason fara víðari til Olympiska býin í London, saman við danska landsliðnum, Mellouli og Wildeboer og teimum. Í løtuni eru teir farnir undir seinastu fasu av tí heilt tunga, sum er at venja seg til at skula svimja skjótt í innleiðandi riðlunum um morgunin, síðani sprintararnir skjótt aftur í hálvfinalum um kvøldið, síðani lætt morgunin eftir, og so skjótt aftur í finalum um kvøldið.
(Pál og Mellouli koyra hart á líka inn í veggin. Tað er Pál í svørtum buksum og Mellouli í hvítum)
Pál og Jón stríðast í sólini í Rijeka
Jón Bjarnason legði hesa myndina út á Facebook fyri løtu síðani, við viðmerking “Ein skal bert flúgva í 90 min frá Kastrup, so eru 38 gradir í skugganum. Óndar tungur vilja vera við, at hann sjálvur er farin at svimja, til at klára hitan 🙂
Ítrottarblað um Pál og OL í London
Í morgin kemur eitt serblað ella ítróttarmagasin frá Dimmalætting við 64 síður um Pál Joensen og OL í London. Haraftrat er tilfar um Óla Mortensen, “16 ára gamal svimjari: Óli vil til OL í Rio” og Jón Bjarnason, “Alt fokus er á 1.500 metrar”, og sjálvandi um Pál eisini: “Eg droymi um medalju”. Blaðið kostar 39.95 kr.