Pál Joensen og Jón Bjarnason venja í løtuni í Flagstaff aftaná at hava verið í Leadville í eina viku. Tað hoyrir við at vitja Grand Canyon tá man er í norður Arizona. Sovorið skal síggjast, hvis møguleiki er fyri tí. Her síggja vit steinin Jón lovaði at heinta.
Tag: jón bjarnason
Jón Bjarnason í Mælt hin 30. mars 2012
Brot úr sendingini Mælt hjá Kringvarpið Føroya hin 30. mars 2012.
Danir tóku út 9 svimjarar til OL í London, 1 til EM
Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, heimasíðuni hjá Danska Svimjisambandinum, so vórðu donsku liðini kunngjørd á Danish Open í gjár, eftir at sjálv kappingin var liðug. Til OL í London í mai verða tað 9 svimjarar og 3 venjarar, til EM í Debrechen í mai bara éin, og til EJM í Antwerpen í juli heilir 17.
Úttikin til OL í London
- Jeanette Ottesen: 50 og 100 frí, 100 firvald, 4×100 frí, 4×100 blandað
- Lotte Friis: 400 og 800 frí, 4×100 frí
- Rikke Møller Pedersen: 100 og 200 bringu, 4×100 blandað
- Pál Joensen: 400 og 1500 frí, 4×200 frí
- Mads Glæsner: 400 frí, 4×200 frí
- Pernille Blume: 50 og 100 frí, 4×100 frí, 4×100 blandað
- Mie Ø. Nielsen: 100 rygg, 4×100 frí, 4×100 blandað
- Daniel Skaaning: 4×200 frí
- Anders Lie: 4×200 frí
Venjarar verða Paulus Wildeboer (høvuðsvenjari), Bas Jan Stam (hjálparvenjari), og Jón Bjarnason (persónligur venjari hjá Páli)
Um 4×200 frí skriva danir: “Med forbehold for FINAs tildeling af en nationsplads i herrernes 4 x 200 fri holdkap. Således er svømmerne Anders Lie og Daniel Skaaning afhængige af en sådan tildeling for at komme med til London på denne holdkap.
Continue reading Danir tóku út 9 svimjarar til OL í London, 1 til EM
Bjarnason í 10 km hædd
Óførur symbolikkur her. Gott prát um vónir og ætlanir annars.
Lend í Southampton
Jon umrøður stuttibuksur við Christian Tessner, og oyraproppar við Pál og Jón. Svimjistevnan kann ikki byrja nóg tíðliga, um hetta skal vera evnið til tá 😉
Heilsan úr Berlin
Fyri løtu síðani sendi Bjarnason eina videoheilsan úr Berlin.
Dokumentarsending um Pál Joensen
Kringvarpið fer í næstu viku at senda dokumentarsendingina “At vinna heimin – dokumentarsending um Pál Joensen”. Ivan Niclasen hevur verið í Vági og tosað við Pál og Jón. Sendingin verður sent hósdagin 30. apríl umleið kl 19.30. Meira er at lesa her.
Talentið hjá Bjarnasyni er funnið!
Nú skulu vit bara finna útav hvat ítrótturin eitur 😉
Um Jón gongur tað sum Pál svimur …
Eg havi eitt snilt ur sum sigur mær m.a., at eg vid at renna havi brent yvir 298.000 kaloriur (kcal) síðani eg keypti tað í juni 2007. Og tað fær meg so at hugsa: Hvat nú um Jón Bjarnason gongur teir 100 kilometrarnar um vikuna, sum Pál svimur? Altso aftur og fram eftir kantinum, so hvørt sum Pál etur banar.
Continue reading Um Jón gongur tað sum Pál svimur …