Voyt ikki hoylt hvat man skal leggja í tað, men Jón er farin at skriva á donskum á susvim.com/knassi.net. Er tað bara Bjarnason sum er blivin løgin, ella er øll Suðuroyggin farin at reka enn longur suður? 😉
Tag: jón bjarnason
Jón slappar av saman við svium
Sum vit hoyrdu Rók siga í Rás2, so situr Jón saman við svium. Her er (s)jón fyri søgn 🙂
Fleiri myndir og tíðindi eru at finna á simma.nu.
Pál og Jón hava longu skrivað søgu
Tað er ringt at samanbera svimjing og fótbólt; men um tit fyristilla tykkum at har var onkur árlig ‘donsk meistarakapping’ í fótbólti, har øll tey bestu feløgini og landsliðið møttu, og føroyska ungdómslandsliðið so eisini valdi at møta og vann á øllum uttan tí allarbesta, við einum avriki sum øll vóru samd um kundi mátast 100% til at vera betri avrik enn nakað danskt ungdómslandslið nakrantíð hevði avrikað. Og har vit enntá vunnu 0-8 á danska ungdómslandsliðnum. So eru tit á leið har sum Pál var týsdagin. Continue reading Pál og Jón hava longu skrivað søgu
Jón bloggar á susvim.com
Sær út til at vit skulu fylgja væl við á www.susvim.com komandi dagarnar, til at hoyra hvussu føroysku svimjararnir hava tað. Jón Bjarnason skrivar her frá ferðini til Manchester, og viðfestir myndir frá ferðini.
Pál og Jón framdu ársins ítróttarbragd ár 2007
Lesið á susvim.com og á dimma.fo. Gott at síggja at eisini venjarin verður viðurkendur fyri sín lut í bragdinum. Tey fáa heiðurin tí at Pál megnaði at gerast næstbestur í sínum aldurbólki í 1500 metra frísvimjing í øllum heiminum.