Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann opna bólkin í Ólavsøkusvimjingini 2017, ið var svomin fríggjadagin úti á Molanum aftaná kappróðurin. Vár svam teinin, 400 m, á 5 min og 11 sekund.
Tag: jon hestoy
Jon Hestoy høvuðsdómari á HM í Budapest
Nú nærkast HeimsMeistarastevnan 2017, sum verður í Budapest í Ungarn við stórslignari setan fríggjadagin hin 14. juli, og síðani við kappingum frá tá av og til sunnudagin hin 31. juli 2017. Sí kalendaran her.
Tjóvstarturin í Berlin
Soleiðis sá tjóvstarturin hjá Páli Joensen út á rásini hjá Evropeiska svimjisambandinum. Sum frætt svam Pál einar 800 metrar áðrenn dómarnir steðgaðu hann. 27 minuttir aftaná startin sá man Pál “svimja út”, sum svimjarir plaga at gera aftaná kapping. Tá kappingin var liðug sást millum áskoðarnir varaforsetin í teknisku nevndini fyri havsvimjing, Jon Hestoy.
Røða sum SSF-formaðurin Jon Hestoy helt á móttøku “HS 75 ár”
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, flytir her fram røðu á 75 ára føðingardagshaldi hjá Havnar Svimjifelag, leygardagin hin 16. november 2013.
Jon Hestoy í nýggjasta LEN Online Magazine
Evropeiska svimjisambandið LEN skrivar í nýggjasta LEN Online Magazine at Evropa aftur hesuferð varð besti heimspartur á HM í svimjing, við sínum tilsamans 27 heimsmeistaraheitum og 90 heiðursmerkjum. Fyri okkum føroyingar er tað nokk so stórt at síggja Jon Hestoy upplistaðan millum evropearar í FINA-leiðsluni, sum limur í teknisku nevndini fyri svimjing á opnum vatni.
Jon Hestoy valdur í teknisku nevnd hjá FINA
Altjóða svimjisambandið kunngjørdi í gjár tey fólk sum eru vald millum annað í teknisku nevnd fyri svimjing á opnum vatni, sonevndu TOWSC (Technical Open Water Swimming Committee), komandi fýra árini. Ein teirra er Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, sum í 15 ár hevur røkt líknandi uppgávu fyri evropeiska svimjisambandið LEN.
(Hestoy saman við øðrum kendum fólki í Barcelona, “Home” Gharavi og pápa Yannick Lebherz)
Hetta er ógvuliga spennandi fyri Hestoy og okkum føroyingar, tí harvið verður hann ikki bara ein virkin lutur á HM og World Cup og líknandi sum hoyrir beinleiðis undir FINA, fram til HM í Gwanjun í Korea í 2017; men eisini á Olympisku Leikum í Rio í Brasil í 2016. Ein kann siga, at fyrsti føroyingurin longu er úttikin til Rio 2016 🙂
KVF: Jon Hestoy er spentur undan 1500 m
Leivur Frederiksen hevur tosað við Hestoy í London. Sí kringvarp.fo
NEG 2012 í Góðan Morgun Føroyar
Gjáramorgun vóru Jon Hestoy og Dave Dubois í Góðan Morgun Føroyar, har teir fortaldu um NEG 2012 ráðstevnuna. Sendingin kann hoyrast her.
Virtuel 1500 finala
Tá A finalan bleiv varpað í Kringvarpinum leygardagin, legði Hestoy ikki merkið til hvussu glaður Sawrymowicz var á skerminum, tá hann vann við 7/100 av sekundi sum áskoðari. Og tíverri hevði Eurosport ella Kringvarpið ongan grafikk, sum kundi vísa, hvussu tíðin hjá Sawrymowicz lá í mun til Pál og Mads. Tann virtuella kappingin hevði verið óhugnaliga spennandi at sæð, also hugt við donskum brillum. Pál hevði tær bestu innleiðandi splitttíðirnar, men dragnaði so smátt ímóti endanum. Endaspurturin hjá Glæsner kundi hava bjargað dønum eitt gull aftrat. Men so skuldi ikki vera, Hestoy!
Jon Hestoy á Summarfestival
Dagur og Vika tosaði í gjár við svimjisambandsformannin á Summarfestivalinum í gjár. Tað hevur regnað illa í gjár og í dag í Klaksvík – yvir 100 mm. G! festivalurin fekk 65 mm av regni. Ein regndagur verður defineraður sum >2 mm uppá eitt døgn.