Havnarmaður, say no more. Deiligur avslappaður stemningur annars, her ‘lige før slaget’.
Tag: jon hestoy
Myndir og video av Oyggjaleikum
Jon Hestoy hevur funnið internet á Isle of Wight, og fer tí regluliga at senda heim myndir og video frá leikunum, sum vit so sjálvsagt leggja út her sum skjótast. Her á Flickr er eitt serligt myndasavn til endamálið, sum vælsagtans fer at vaksa við tíðina, meðan video fer á www.youtube.com/svimjing
Lend í Southampton
Jon umrøður stuttibuksur við Christian Tessner, og oyraproppar við Pál og Jón. Svimjistevnan kann ikki byrja nóg tíðliga, um hetta skal vera evnið til tá 😉
Er tað Jóansøka í ár ?
Uuha, trash-talk við check-in í Vágunum í gjár 🙂
Jon Hestoy í 3-2
Jon Hestoy og Helena Dam á Neystabø tosaðu um 50 m hyl í 3-2 í gjár.
Continue reading Jon Hestoy í 3-2
Formaðurin farin á LEN-fund á Kýpros
Svimjisambands-formaðurin Jon Hestoy er sum kunnugt eisini í “Technical Open Water Committee” hjá evropeiska svimjisambandinum LEN, og er í tí sambandi farin til Kýpros í morgun, á árliga fundin hjá teimum í morgin og ovurmorgin. So um hann er eitt sindur torførur at fáa fatur í, hesar næstu dagarnar, er tað tí at hann er langt av landi skotin.
Jón Hestoy vil vera SSF forseti
Tað er nú greitt at Jón Hestoy stillar upp at verða formaður í Svimjisambandi Føroya, á aðalfundinum í morgin. Sí t.d sportal.fo. Sum kunnugt leggur Palli Ziskason frá sær, og Jón er tí rættiliga tryggur at verða formaður, um ikki onkur annar stillar upp á sjálvum fundinum.