Bo Jacobsen og Dale Oen viðmæla Jungle Sports

Kringvarpið vísti í gjár donsku sendingina “Ha’ det godt“, har tey royndu ymiskar alternativar ítróttir. Ein av hesum var “Jungle Sports“, har íðkarnir gera styrkiøvilsi við hjálp av stroppum sum hanga úr loftinum, og eftir øllum at døma trena kroppskjarnuna líka nógv sum armar og bein. Tað kravdi lítið og einki, annað enn at nakrar stroppar og so okkurt at hanga teir upp í. Og tað minnti øgiliga nógv sum okkurt sum vit á Clinic fyri árum síðani sóu Alexander Dale Oen og onnur gera í Bergen.

Eg havi leitað eitt sindur á netinum, og síggi at millum annað Alexander Dale Oen stendur sum ein ið viðmælir venjingarháttin, saman við Bo Jacobsen høvuðsvenjara hjá WestSwim. Konseptið er danskt, eisini kallað “Slyngetræning”, og kann síggjast á www.jungle-sports.com, har tey millum annað hava eitt videosavn við í øllum førum 87 øvilsum, sum kunnu síggjast uttan at skula gjalda nakað.


Continue reading Bo Jacobsen og Dale Oen viðmæla Jungle Sports