Evropeiska svimjisambandið LEN hevur nú lagt sín samandrátt út fyri dagin í dag, sum millum annað forklárar tað sum hendi í EM-finaluni fyri kvinnur í 100 metra ryggsvimjing. Trupulleikin var, at tekniskur trupulleikar vóru við starthátalararnar aftanfyri nakrar av skamlunum, sum gjørdu at í øllum førum svenska Louise Hansson ikki hoyrdi startin, og tí byrjaði væl seinni enn restin.
Sviar klagaðu um hetta, og valdu LEN tá at ógilda hesa tá longu svomnu finalu, fyri at tær síðani skuldu royna aftur eina góða løtu aftaná síðstu kappingar í hesum finaluparti. Tær sóu allar eitt sindur muttar út, tá ið tey traðkaðu inn til hesa endurtøku av finaluni; men tíbetur endaði tað við at somu dámur vunnu gull og bronsu, meðan niðurlendska Kira Toussaint trakk nittuna og misti sítt silvurmerki.
Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto