Katinka Hosszu eigur nú øll (!) ungarsk met á stuttgeil

Hetta er púra garvilt – Katinka Hosszu luttók herfyri heldur sjáldsamt fyri seg í 1500 metra frísvimjing … tí hon vildi taka (og tók) tað éina ungarska metið á stuttgeil sum hon ikki átti.

Og tá eru ungarar ein sterk og stolt svimjitjóð.

Katinka Hosszu Now Owns All of the Hungarian SC National Records

3 heimsmet afturat sett í vikuskiftinum

Sunnudagin setti ungarska Katinka Hosszu fyrst nýtt heimsmet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á World Cup stevnuni í Berlin svam 57.45, har hennara heimsmet frá Eindhoven fyrr í vikuni var 57.50. Síðani setti hon í finaluni í 400 metra blandaðari svimjing nýtt heimsmet við tíðini 4:20.85, har heimsmetið hjá amerikansku Julia Smit frá 2009 var 4:21.04. Og so svam spanska Mireia Belmonte 400 frí uppá 3:54.52, har heimsmetið hjá fronsku Camille Muffat var 3:54.85. Hosszu setti sostatt 6 heimsmet uppá 5 dagar, og eigur nú øll heimsmetini á stuttgeil í blandaðari svimjing, meðan Belmonte setti 2 uppá 2 dagar, og eigur tey í 400 og 800 frí.

berlin2013-hosszu-100im-wr

Katinka Hosszú 57.73 og nýtt heimsmet í 100 blandað

Ungarska Katinka Hosszu koyrir á har suðuri á World Cup stevnuni í Eindhoven – Eftir at hava sett hemsmet í 200 blandað bæði í innleiðandi riðlunum og síðani við einum heilum sekundi í finaluni í gjár, setti hon í morgun aftur heimsmet í 100 metra blandaðari svimjing á stuttgeil. Nýggja metið er 57.73, éin hundraðpart skjótari enn nú farna heimsmetið hjá niðurlendsku Hinkelien Schreuder frá World Cup stevnuni í Berlin í november 2009. Finalan er í kvøld.

hosszu-100-im-prelim-world-record

úrslitalistan her.

Katinka Hosszú 2:04.39 og nýtt heimsmet í 200 blandað

Ungarska Katinka Hosszú setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 200 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum (!) á World Cup stevnuni í Eindhoven svam teinin uppá 2:04.59. Amerikanska Julia Smit átti heimsmetið á 2:04.60 frá ‘Duel in the Pool’ stevnuni millum USA og Evropa í Manchester í 2009. Sí úrslitalistan her.

Katinka Hosszú after winning the Istanbul 2012 women's 100 IM

Her er video frá tá ið hon setti heimsmet í morgun