FINA reinsar Sun Yang fyri atferð hansara í Kazan

FINA stjórin Cornel Marculescu hevur nú sambært Reuters, at tað ikki fer at fáa fylgjur fyri Sun Yang, at har var ein illstøða í upphitingarhylinum síðsta dag á HM, og at Sun Yang síðani lat verða við at møta til finaluna í 1500 metra frísvimjing.

Untitled
Continue reading FINA reinsar Sun Yang fyri atferð hansara í Kazan

“Føroyar í øðini í Kazan”

Góðu tit øll,

Flestu av tykkum hava óivað longu lisið hesa grein á TV2 Sporten, við yvirskrift “Nordatlantisk drama i Kazan: Færøerne raser mod FINA”

http://sporten.tv2.dk/svoemning/2015-08-10-nordatlantisk-drama-i-kazan-faeroeerne-raser-mod-fina

Hendan grein er ikki serliga rættvísandi, í mun til tað sum veruliga hendi við dómaraborðið í Kazan, eftir at Sun Yang valdi ikki at svimja HM-finalu í 1500 metrar frí.


Continue reading “Føroyar í øðini í Kazan”

Pál snýttur fyri finalupláss tá Sun Yang avlýsti vegna pínu

Kinesiski Sun Yang møtti ikki upp til 1500 frí finaluna í kvøld vegna pínu í bringuni. Sun Yang segði á tíðindafundi aftaná kappingina, at hann hevði pínu í bringuni aftaná hann hevði vunnið 800 frí mikudagin.

Sun Yang var ikki í bíðirúminum 20 min undan finaluna í kvøld, sum krav er, og Sun Yang nevndi ikki á tíðindafundinum, nær hann valdi at avlýsa. Men hann boðaði ikki fyriskiparunum frá. Fyriskiparnir áttu í slíkari støðu at boða Páli frá so at hann kundi svimja í finaluni í staðin. Men hetta hendi ikki. Formaðurin í Svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu, sigur, at tey mótmæltu á staðnum, men tá var ov seint. Væntandi kemur eitt eftirspæl, tað vil siga eitt mótmæli frá Svimjisamband Føroya.

Rókur sigur, at finalutíðirnar vóru ikki imponerandi, so um Pál hevði svomið sítt besta, so hevði hann fingið medalju. Gregorio Paltrinieri úr Italia vann og setti nýtt evropeiskt met við tíðini 14:39.67. Connor Jaeger úr USA og Ryan Cochrane úr Kanada vunnu silvur og bronsu við ávikavist 14:41.20 og 14:51.08. Norðurlendska metið hjá Páli er 14:46.33.

Haraftrat hevði Pál óivað klárað kravtíðina til OL, sum hann gjørdi í innleiðandi riðli, um hann svam í finaluna. Sum er má Pál bíða til í vár 2016 fyri at klára kravtíðina, tí serligu donsku krøvini siga, at bert HM finalutíðir kunna brúkast til OL so tíðliga í kappingarárinum:

“Svømmere kan opnå direkte kvalifikation til OL ved at opnå en top-8 placering ved VM i Kazan i 2015 i en tid under OL-kravtiden i en eller flere individuelle olympiske discipliner.” kelda Dansk Svømmeunion. OL-kravtíðin er 15:07.53. Pál svam innleiðandi 14:58.52.

Lena 9:35.53 í 800 frí á HM í Kazan

Lena Rannváardóttir luttók í morgun í 800 metra frísvimjing á heimsmeistarastevnuni í Kazan 2015, og svam hon tá teinin uppá 9 minuttir 35 sekund og 53 hundraðpartar. Tað er 2.42 sekund frá hennara tilmeldingartíð á 9:33.11, sum hon svam á Danish Open í mars mánaða. Lena venur til dagliga í Havnar Svimjifelag, og er nú liðug við sínar greinar á HM í Kazan.

Untitled

Astrið 29.00 í 50 firvald á HM í Kazan

Astrið Foldarskarð royndi seg í morgun í 50 metra firvaldasvimjing á heimsmeistarastevnuni í Kazan, og svam hon tá teinin uppá 29.00 sekund. Tað er eitt vet frá hennara tilmeldingartíð á 28.79, og nakað longur aftur frá hennara føroyska meti á 28.29 sekund, sum hon svam í Danish Open í fjør. Astrið venur til dagliga í Havnar Svimjifelag, og skal longu í morgin árini royna seg í 50 metra frísvimjing eisini.

Untitled

Pál 7:55.01 og nr 17 í 800 frí á HM í Kazan

Pál Joensen royndi seg í morgun í 800 metra frísvimjing á HeimsMeistarastevnuni 2015, og varð hann har nr 17 av teimum 41 sum luttóku. Tíðin 7:55.01 var eitt petti frá hansara tilmeldingartíð á 7:48.49 frá EM í Berlin í fjør, og rakk tá heldur ikki til finaluna í annaðkvøld.


Continue reading Pál 7:55.01 og nr 17 í 800 frí á HM í Kazan

Katie Ledecky nýtt heimsmet í 1500 frí

Amerikanska Katie Ledecky setti nýtt heimsmet í 1500 frí í síðsta innleiðandi riðli fyri løtu síðani í Kazan. Hennara nýggja met er 15:27.71. Gamla metið hjá henni var 15:28.36. Lotte Friis royndi seg í næstsíðsta riðli og svam næstbesta tíð í morgun við 15:54.23. Lena Rannváardóttir úr Havnar Svimjifelag royndi seg eisini í greinini, og svam tá 18:21.09, sum hevði verið stórt persónligt met um ikki hon í Portugal herfyri longu hevði betrað nógv um tað, niður á 18:09.25. Áðrenn tað var metið hjá Lenu 18:32.85, frá Danish Open í mars mánaða. Finalan í 1500 frí hjá kvinnum verður í annaðkvøld. Sí fleiri úrslit her.

Sarah Sjöström setti nýtt heimsmet í 100 firvald

Svenska Sarah Sjöström setti nýtt heimsmet í 100 firvald hálvfinaluni í Kazan í gjár við tíðini 55.74. Amerikanska Dana Vollmer átti gamla metið frá OL 2012, ið var 55.98. Jeanette Ottesen úr Danmark svam næstskjótasta tíð í hálvfinaluni. Hennara tíð var 57.04. Finalan í 100 firvald verður í kvøld. Kanska kann Sarah betra um heimsmetið tá. Sí úrslitini her.


Sarah Sjöström á bana 4. Inge Dekker (NED) á bana 5 og Katerine Savard (CAN) á bana 3.

Sun Yang vann 400 frí

Sun Yang vann 400 frí á heimsmeistarastevnuni í Kazan í gjárkvøldi. Tíðin hjá honum var 3:42.58. Tvey og trý vóru James Guy úr Stórabretlandi og Ryan Cochrane úr Kanada við ávikavist 3:43.75 og 3:44.59. James Guy legði harðast út við Sun Yang undir liðini til 100m vóru eftir, tá Sun Yang fór frá honum í spurtinum.


Sun Yang á bana 4, Cochrane á bana 3, Guy á bana 5 og Wojdak á bana 2.
Continue reading Sun Yang vann 400 frí

Ein túrur oman millum fløggini í Kazan

Ein stutt briefing úr Athlete’s Village í Kazan, millum innleiðandi og finalur hendan fyrsta dagin á heimsmeistarastevnuni í svimjing í 2015. Um 400 meturin hjá monnum er nú tað at sita, at Sun Yang vísti seg at vera í form, nú hann varð heimsmeistari í 400 metra frísvimjing, og eina løtu sá út til at hótta heimsmetið.