USA og Avstralia fyri fyrstu ferð ikki í 4×100 frí finalu

Menninir hjá USA og Avstralia megnaðu ikki í morgun at svimja seg í 4×100 frí finalu. Tað er ongantíð hent fyrr í HM á langbana. Liðini hjá USA og Avstralia, sum vanliga eru millum favorittarnar, blivu ávikavist nr 11 og 13, og vóru tí ikki millum 8 tey fremstu í skulu svimja finalu í kvøld. Tíðirnar hjá USA og Avstralia vóru nakað spakuligari enn undanfarnu HM kappingar, og tað kann gerast trupult hjá liðunum, kanska serliga hjá Avstralia, at klára kravið til OL í Rio komandi ár. Russar settu skjótasta tíð í morgun, og eru favorittar í kvøld í heimahyli.
Continue reading USA og Avstralia fyri fyrstu ferð ikki í 4×100 frí finalu

Sun Yang skjótastur í 400 frí innleiðandi

Nakrir av kappingarneytunum hjá Pál Joensen hava kappast í morgun í 400 frí innleiðandi. Skjótastur í morgun var Sun Yang við tíðini 3:44.99. Landsliðsvenjarin hjá Kina, Yaho Zhengjie, sáddi annars iva um støðið hjá Sun Yang fyrr í ár. Í kvøld verður finalan í 400 frí svomin.


Continue reading Sun Yang skjótastur í 400 frí innleiðandi

Startlistar til HM í Kazan 2015

Ein luttøkulisti til HM í Kazan sæst her á omegatiming.com, sum vísti at Pál liggur til finalupláss í sínum greinum, meðan hini ikki óvæntað eru nakað longri niðri á listunum. Endaligu startlistarnir verður at síggja so skjótt sum fyriskipararnir hava fingið skrásett strikingar nú aftaná tekniska fundin í dag.

DSC06300.jpg
Continue reading Startlistar til HM í Kazan 2015

Úttøka til HM 2015 í Kazan

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevnd SSF avgjørdi á fundi í gjárkvøldið at taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna 2015, sum verður í Kazan í Russlandi frá 2. til 9. august 2015.

  • Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
  • Alvi Hjelm (1996), Ægir
  • Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag
  • Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag

Pál Joensen hevur klárað A-kravtíðina hjá FINA til luttøku í 400, 800 og 1500 frí, umframt B-kravtíðina til luttøku í 200 frí.

Hini eru úttikin sambært regluni hjá FINA um at vit kunnu luttaka við upp til 2 monnum og 2 kvinnum, um færri enn 4 hava klárað kravtíðirnar hjá FINA. Úttøkan er her fyrst og fremst grundað á FINA stig rokkin á langgeil.

Kina ivast í støðinum hjá Sun Yang

Kinesiska tíðindastovan Xinhua endurgevur her landsliðsvenjara Yaho Zhengjie fyri at siga at tað er ‘mission impossible’ hjá Kina at vinna 5 gullheiðursmerki sum á seinasta HM.

(Sun Yang og Pál á HM í Shanghai í 2011)

“Tað verður ógvuliga trupult hjá okkum at vinna fimm meistaraheiti sum vit gjørdu seinast í Barcelona, tí besti svimjari okkara Sun Yang er enn ikki á toppstøði”, skal Yao Zhengjie hava sagt nú aftaná at kinesiska meistarastevnan endaði.
Continue reading Kina ivast í støðinum hjá Sun Yang

Glæsner mest sannlíkt úttikin til Kazan 2015

Tað eydnaðist ikki teimum báðum Anton Ørskov Ipsen og Anders Lie Nielsen at svimja 400 frí skjótari nú á Team Canada Trials í Toronto, enn Mads Glæsner (og Pál) gjørdu á Danish Open týsdagin. Ipsen vann B-finaluna í Toronto við tíðini 3:51.58 og Nielsen var næstur við 3:52.09, har Glæsner svam 3:49.94 og Pál 3:51.32 í Bellahøj. Kravtíðin hjá dønum er 3:50.21 til HM í Kazan.

Kravtíðir til EJM/EL, NMU og HM 2015

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna og Evropeisku Leikir í Baku í Aserbadjan hin 23. til 27. juni 2015, og til HeimsMeistarastevnuna í Kazan í Russlandi hin 2. til 9. august 2015.

Photo courtesy of Amar77, CC BY-SA 3.0
Continue reading Kravtíðir til EJM/EL, NMU og HM 2015