Tað heldur áfram at vera spennandi at fylgja við kappsvimjingini á Olympisku Leikum í Tokyo – um enn eisini eitt sindur pínufult, um tú hevur tað við at halda við teimum forsvarandi meistarunum.
Continue reading Skifti í toppinum eisini triðja dag á OL í TokyoTag: Kliment Kolesnikov
Kolesnikov skjótari enn evropametið í 100 rygg – men tað taldi ikki, tí tað var í mix
Kliment Kolesnikov svam í gjár skjótari enn evropeiska metið í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 4×100 blandað fyri mix lið svam teinin uppá 52.09 sekund, har evropametið hjá franska Camille Lacourt frá EM í Budapest í 2010 er 52.11.
Men, tað telur ikki sum evropamet, tí at hetta ‘mix’ er kapping har bæði menn og kvinnur luttaka í senn, har altjóða svimjireglurnar ikki enn loyva at fyrsti svimjari kann seta met.
Continue reading Kolesnikov skjótari enn evropametið í 100 rygg – men tað taldi ikki, tí tað var í mixKolesnikov 23.80 og nýtt heimsmet í 50 rygg
Russiski Kliment Kolesnikov megnaði aftur í kvøld at seta heimsmet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hann í finaluni á EM 2021 í Budapest varð evropameistari við tíðini 23.80 sekund, har hann í hálvfinaluni í gjár setti heimsmet við 23.93. Hann átti tað eisini áðrenn hetta, við 24.00 sekund frá EM í Glasgow í 2018; men nú er hann so sum sagt hin fyrsti nakrantíð undir 24 sekund í 50 rygg á langgeil, umframt at hann við evropameistaraheitinum er 10.000 evrur ríkari.
Photo courtesy of Deepbluemedia/Insidefoto
Kliment Kolesnikov 48.58 og nýtt heimsmet í 100 rygg
Russiski Kliment Kolesnikov setti í dag nýtt heimsmet í 100 metra ryggsvimjing á stuttgeil, í ISL-finaluni í Budapest, tá ið hann sum byrjandi ryggsvimjari í 4×100 blandað svam hesar fyrstu 100 rygg uppá 48.58 sekund. Kinesiski Jiayu Xu átti heimsmetið á 48.88 sekund, frá World Cup stevnu í Tokyo í 2018.