Tað fer at kosta um 19 milliónir krónur at umvæla Køge Svømmeland, tí har eru stórir trupulleikar við gravskitnum vatni, rusti, kemikaliufyltari luft og oyðiløgdum stálkonstruktiónum. Tak-konstruktiónin skal styrkjast, loftsplátur hava hug at loysa seg, og alt møguligt annað. Lesið á Ingeniøren, ella sjálva rapportina á heimasíðuni hjá Køge Kommune.
Tag: Køge
Morgun aftur
Køge, 28. oktober 2007 kl 11.24:
Klokkan er flutt til vetrartíð í nátt og tað ger stóran mun. Máttu bíða eftir at høllin lat upp og alt
umvegis flot.info
Okkara toymi
umvegis flot.info
Pausa
Hetta fyrsta kvøldið er øgiliga drúgt, og høllin er sum ein sauna. Vit fara tí í heilum út í forhøllina at svala okkum á.
umvegis flot.info
Upphiting
Halloween
Køge, 25. oktober 2007 kl 23.37:
Nei hetta eru ikki Jón Bjarnason og Petur Heðin á Fløtti sum taka sær av løttum uttanfyri vallaraheimið í kvøld !!
umvegis flot.info
Shoppa
Køge, 25. oktober, 2007 kl 12.06:
Vit (FLOT) hava svomið og etið og fara nú í stórcentur at shoppa. Hjá FLOT er ca. 1 vaksin til hvørt barn, so hetta er lætt at samskipa.
Morgun
Køge, 25. oktober, 2007 kl 07.39:
Góður matur og øll eru komin fram, so støðan er OK. Tey síðstu komu fram kl 01 í nátt. Ægir-venjarin Johan Martin fór í song tíðliga í gjárkvøldið við fepri, men hevur tað betri nú. Reki er longu farið í høllina, restin fer nú um 9-tíðina.
umvegis flot.info
So eru Reki her
Køge, 24. oktober 2007, kl 20.53:
So eru Reki her. Tey komu í áðni, móð men glað. Eftir eru FS og helvtin av FLOT.
Mynd: Reki eftir lyklum.
umvegis flot.info
Komin fram
Køge, 24. oktober, 2007 kl 20.14:
Fyrsti triðingur av ferðaliðnum eru komin fram til Køge, men restin eru tíverri seinkað av mjørka. Vit hava verið og shoppað og svomið og etið meðan næsti triðingur fyrst nú er í luftini og síðsti væntandi ikki kemur fram fyrr enn seint í nátt. Í morgin er ætlanin at byrja við svimjing og so fara á Strøget ella í stórcentur at shoppa víðari.
umvegis flot.info