Afturlit: 100 rygg í Køge Open 2008

Her eru riðlarnir 19 og 4 í 100 rygg hjá kvinnum við Birita og Joan Kristina úr FLOT. Rókur skrivaði á flot.info: “Annars gongur tað nøkulunda eisini í morgun. Hava svomið 50 firvald og bringu, og eru nú farin undir 100 rygg. Flestu svimjarar betra seg, um enn summi eru eitt sindur tung í morgun, og kanska kiksa í so nogv eisini.”


Continue reading Afturlit: 100 rygg í Køge Open 2008

Afturlit: 8×50 blandað í Køge Open 2008

Føroyingarnir vóru við í 8×50 blandað. Rókur skrivaði á flot.info:
“Stafettin hjá okkum sá eisini bara heilt OK út, hóast vit longu áðrenn væl vistu, at vit ongan kjans høvdu í kappingini um heiðursmerki. Birita fylgdi væl við sjálvan Mark Vogel, teir fyrstu 50 metrarnar rygg”


Continue reading Afturlit: 8×50 blandað í Køge Open 2008

Afturlit: video frá Køge Open 2008

Rókur gav mær nøkur videobond í apríl í fjør at koyra á Youtube. Har ímillum var NJM 2007 og FM 2006, sum bleiv lagt á netið í fullari góðsku. Nú er tíðin komin til Køge Open 2008. Talan er um tvey talgilt bond, ið rúma góð 23 Gb. Upptøkurnar eru býttar upp í 73 brot. Her eru tey trý fyrstu brotini.

Ferðaliðið er júst komið til Køge, klokkan 15.00 fríggjadag 24. oktober, 2008. Í Føroyum skal aðalfundur verða leygardag 25. oktober, har Jon Hestoy verður valdur nýggjur formaður. Pál, Mona, Shaila, Malan (Susvim), Kári (FS) og Elspa (Westswim) kappast í DMK, har Pál setur danskt og føroyskt junior met í 200, 400 og 1500 frí (fyrstu ferð undir 15 min). Grant Hackett steðgar officielt mánadagin 27. oktober. Paulus Wildeboer er nýggjur landsliðsvenjari í Danmark.
Continue reading Afturlit: video frá Køge Open 2008

Tíðindi úr Herfølge – Óluva og Jóhann vunnu silvur

Go Reki!! 8-)Bjarta Jógvansdóttir (FS) luttók í 50 rygg í morgun. Tíðin hjá henni var 45.79. Tað rakk til eitt 32. pláss millum tey 11 ára gomlu.

Jóhann Heðinsson (FS) svam 34.01 í innleiðandi 50 rygg í morgun, og við 6. bestu tíð slapp hann víðari til finaluna fyri 13 ár og yngri. Tóki Joensen (FLOT) svam 41.90, meðan Jón Arni Hjelm (FLOT) svam 42.64.

Óluva Jacobsen (FS) svam 6. bestu tíð (33.03) í 50 frí (bólkur 11 ár og yngri), og er sostatt víðari í finaluni. Sunnleyg Eliasen (FS) svam somu grein 34.83. Bjarta Jógvansdóttir (FS) fekk tíðina 43.83.

Jóhann Heðinsson (FS) kvalifiseraði seg til enn eina finalu. Hesuferð í 50 frí, har hann hevði tíðina 28.87. Tóki og Jón Arni svumu ávikavist 35.19 og 36.79.

Óluva Jacobsen vann eitt silvur heiðursmerki í 100 firvald við tíðini 1:22.30. Gulltíðin hjá Maj Howardsen úr Allerød var 1:21.47.

Jóhann Heðinsson vann silvur í 100 firvald við tíðini 1:10.88. Vinnara tíðin hjá Laust Norgren úr Helsingør var 1:06.51.

Óluva gjørdist nr 5 í 100 bringu við tíðini 1:35.38. Hon lá annars til eina bronsu medalju aftaná 50 m tá hon vendi við tíðini 44.45. Tíðin hjá Sunnleyg var 1:40.26. Eisini hennara fyrstu 50 m vóru lutfalsliga skjótir (46.93). Sunnleyg gjørdist nr 9 samanlagt, sum var betri enn væntað út frá startlistanum har hon lá nr 12.

Jóhann Heðinsson gjørdist nr 6 í 100 bringu. Tíðin hjá honum var 1:25.72. Tíðin hjá Sunnleyg í 200 frí varð 2:49.03. Tað rakk til eitt 16. pláss. Og Jón Arni Hjelm var við í síðstu kappingini, sum var 200 frí. Tíðin hjá honum var 3:04.54.

Birita vann gull í 50 rygg

Tilvildarlig mynd úr KøgeBirita Debes úr FLOT vann gull í dag í 50 rygg (bólkur 12-13 ár) við tíðini 31.91. Poula Ø. Mohr úr FS gjørdist nr 5 við tíðini 33.12. Í morgun svumu tær hesar tíðirnar í teimum innleiðandi riðlunum: Birita 32.60 og Poula 33.30. Jóhanna Egholm (FS) svam tá 35.90. Susan Jensen (FLOT) svam 40.71. Eyðbjørg Jacobsen úr FLOT svam 41.13. Tíðin hjá Joan Kristinu í Jákupsstovu (FLOT) varð 42.32. Bjørg Olsen (FLOT) svam tíðina 43.66. Tóta Langgaard svam 51.64.

Í bólkinum 14-15 ár fingu vit hesi úrslitini frá teimum innleiðandi riðlunum. Hildur á Fløtti (FS) slapp víðari til finalurnar við tíðini 35.17. Jónfríð Hansen (FS) svam 35.36, og slapp eisini víðari til finaluna. Aimée Jacobsen (FLOT) svam 39.69. Úrsltini frá finaluni eru ikki komin á livetiming enn.

Í bólkinum 16 ár svam Katrin Jacobsen (FLOT) 38.20, ið var nokk til eitt finalupláss.

Jóhan Hermann Slættalíð (FLOT) luttók í 50 rygg í bólki 14-15 ár. Tíðin hjá honum varð 37.99.

Tróndur Olsen (FLOT) slapp víðari til finaluna í bólkinum 16-17 ár. Tìðin hjá honum í 50 rygg frá innleiðandi kappingunum varð 32.14.