Fleiri góð úrslit í Køge í dag

Hildur á Fløtti vann gull í 200 firvald í dag, og bronsu í 50 firvald. Óluva Jacobsen vann silvur í 50 bringu, og Jóhann Heðinsson vann gull í 50 firvald. Hartil vunnu Birita Poulsen, Poula Ø. Mohr, Óluva Jacobsen og Johanna Egholm bronsu og steyp í 4×50 blandað. Eg havi ikki tíðirnar her, men svimjararnir svumu yvirhøvur væl í dag, heilt nær ella betur enn síni persónligu met.

DSC00600

Onnur úrslit úr Herfølge

Bjarta Jógvansdóttir (FS) luttók í 100 rygg. Hon bleiv nr 28 við tíðini 1:41.08 (tilmeldað tíð TT 1:46.77) (bólkur 11 ár). Tóki Joensen og Jón Arni Hjelm (FLOT) svumu eisini 100 rygg, har Tóki gjørdist nr 40 við tíðini 1:33.32 (TT 1:52.66), meðan Jón Arni bleiv nr 42 við tíðini 1:34.73 (TT 1:37.03).
Continue reading Onnur úrslit úr Herfølge

Jóhann framvegis favorittur í 50 firvald

Jóhann Heðinsson má sigast at vera favorittur í 50 firvald finaluni í kvøld. Í morgun svam hann besta tíð á teininum við 30.08. Hann eigur eisini besta tilmeldað tíð (29.92). Finalan verður varpað á livetiming.dk. FLOT svimjarnir Tóki Joensen og Jón Arni Hjelm svumu ávikavist 42.56 (tilmeldað 46.10) og 45.32 (tilmeldað 50.91).

Hildur og Astrid vunnu ávikavist silvur og bronsa

Hildur á Fløtti (FS) og Astrid Foldarskarð (FLOT) vunnu silvur og bronsa í 100 blandað í bólkinum fyri 14-15 ár. Astrid og Hildur svumu í sama riðli. Astrid vendi fyrst aftaná 50m (34.59), men Hildur hevði ein góðan endaspurt.
Poula Ø. Mohr (FS) og Birita Debes (FLOT) blivu nr 4 og 11 í sínum bólki (12-13 ár).
Continue reading Hildur og Astrid vunnu ávikavist silvur og bronsa

Køge Open byrjar um eina løtu

Teir ungu svimjarnir eru nú á veg til Køge Svømmeland at kappast, havi eg frætt umvegis sms. Kappingarnar kunna fylgjast beinleiðis á livetiming.dk. Poula Ø. Mohr, Hildur á Fløtti, Astrid Foldarskarð, Birita Debes, Jónfríð Hansen, Jóhanna Egholm, Aimée Jacobsen, Eyðrið Hansen, Joan Kristina í Jákupsstovu og Bjørg Olsen svimja í kapping 3 (100 blandað). Tróndur Olsen, Kjartan Petersen og Jóhan Hermann Slættalíð luttaka í kapping 4 (100 blandað). Birita Debes, Jónfríð Hansen og Jóhanna Egholm skulla aftur í hylin í kapping 5 (200 rygg), meðan Tróndur Olsen luttekur í somu disiplin í kapping 6. At enda verða føroyingar við í einari 8 x 50 stafett.

Spennandi dagar fyri framman

Í morgin byrja “Danske Mesterskaber på Kortbane”, har Kári J. á Høvdanum luttekur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag, og Mona, Shaila, Malan og Pál luttaka fyri Suðuroyar Svimjifelag. Í ovurmorgin byrjar árliga “Køge Open”, har luttakandi føroysku feløgini í ár eru Fuglafjarðar Svimjifelag og FLOT. Og leygardagin er so árligi aðalfundurin hjá Svimjisambandi Føroya, har tey óivað fara at kunna bæði fegnast og keglast um farna árið.
Continue reading Spennandi dagar fyri framman