Krista kappast á World Series stevnu í Keypmannahavn nú 11. og 12. mars 2017

Danir skipa nú í vikuskiftinum fyri fyrstu stevnu í nýggju World Series røðini hjá Para Swimming, har Krista Mørkøre eisini er á startlistanum. Hon er tilmeldað í 50, 100 og 200 frí, umframt 50 og 100 bringu, 50 firvald og 200 blandað.

Continue reading Krista kappast á World Series stevnu í Keypmannahavn nú 11. og 12. mars 2017

Krista 5:18.50 í 400 frí á Paralympisku Leikum 2016

Krista Mørkøre royndi seg fyri løtu síðani í 400 metra frísvimjing á Paralympisku Leikum í Rio de Janeiro, og svam har teinin uppá 5:18.50. Tað er ikki so langt frá hennara bestu tíð á 5:17.07, frá tá ið hon vann gull á British Para Swimming Championships í 2015.

Krista svimur 400 frí á Paralympisku Leikum í dag

Krista Mørkøre skal í dag royna seg fyri triðju og síðstu ferð á Paralympisku Leikum í Rio, tá ið tey nú seinnapartin avgreiða innleiðandi riðlarnar í 400 metra frísvimjing. ÍSB skrivar her, at ‘hóast úrslitini higartil ikki hava verið sum hon vónaði, er lagið gott, og er nógvur lærdómur at taka heimvið frá hennara fyrstu paralympisku leikum.’

Krista svimur kl 14:18, føroyska tíð, og kann tað síggjast her:

 

Krista 1:12.34 í 100 frí á Paralympisku Leikum í Rio

Krista Mørkøre luttók fyri løtu síðani í 100 metra frísvimjing á Paralympisku Leikum í Rio de Janeiro, og svam har teinin uppá 1:12.34. Tað rakk til eitt 19. pláss millum tær 19 sum luttóku í bólkinum hjá Kristu í hesi grein, sí úrslitalistan her. Besta tíð hjá Kristu er 1:08.49 í hesi grein, frá tá ið hon vann gull í 100 metra frísvimjing á British Para Swimming Championships 2015.

Her er beinleiðis leinki til kappingina hjá Kristu