Krista 32.54 í 50 frí á Paralympisku Leikum í Rio

Krista Mørkøre royndi seg fyri løtu síðani í 50 metra frísvimjing á Paralympisku Leikum í Rio de Janeiro, og varð har nr 21 við tíðini 32.54 sekund, í bólkinum S10. Hennara besta tíð er 31.69 í hesi grein, frá tá ið hon vann gull á British Para Swimming Championships í fjør. Sí úrslitalistan her.

Beinleiðis stroyming frá Paralympisku Leikunum í Rio

So er tað í dag kl 22:15 føroyska tíð, at setanarhátíðin til Paralympisku Leikir 2016 byrjar, í Rio de Janeiro. Og tað fer at bera væl við at fylgja við føroysku Kristu Mørkøre og restini, tí IPC hevur valt at stroyma meira ella minni alt beinleiðis á síni DailyMotion rás, umframt á YouTube, íroknað setanar- og endahátíð, og alla svimjistevnuna.

Continue reading Beinleiðis stroyming frá Paralympisku Leikunum í Rio

Krista Mørkøre við til Paralympisku Leikirnar í Rio 2016

Lesið her á isb.fo:

Í eina tíð hava vit hildið ondini meðan bíðað hevur verið eftir boðum um parasvimjarin Krista Mørkøre hevur svomið nóg skjótt at vinna sær luttøku á Paralympisku leikunum í Rio sum verða í døgunum 7. – 18. septembur.

(Krista og Pál í Páls Høll. Jón Bjarnason eigur myndina)

Continue reading Krista Mørkøre við til Paralympisku Leikirnar í Rio 2016

Krista 5:17.07 og gull í 400 frí á British Para Swimming Championships 2015

Krista Mørkøre svam seg til ett gullheiðursmerki afturat á British National Para Swimming Championships 2015, tá ið hon nú seinnapartin svam 400 frí uppá 5:17.07, frammanfyri bretsku Coral Farrell á 5:26.09. Harvið gjørdist tað til 3 gullheiðursmerki og 1 úr silvuri í teimum 4 kappingunum sum hon luttók í á hesi stevnu, og sikkurt persónlig met í øllum eisini. Sí úrslistalistan her.

Krista í Manchester

(Krista í Manchester. Torkil Mørkøre eigur myndina)

Krista 2 gull og 1 silvur á British Para Swimming Championships 2015

Krista Mørkøre royndi seg í dag tríggjar ferðir á British National Para Swimming Championships 2015, og vann tá heiðursmerki í øllum kappingum, umframt at seta persónligt met í øllum trimum kappingum.

Krista í Manchester
Continue reading Krista 2 gull og 1 silvur á British Para Swimming Championships 2015

Krista til British National Para Swimming Championships 2015

Krista Mørkøre fer nú í vikuskiftinum at kappast á bretsku meistarastevnuna fyri svimjing fyri brekað, í Manchester í Onglandi. Luttøkulistin sæst her, har vit síggja at Krista er tilmeldað í 50, 100 og 400 frí, umframt í 100 bringu. Sí eisini IPC Swimming.

Krista í Manchester

(Krista í Manchester. Torkil Mørkøre eigur myndina)

Krista setti 4 persónlig met á HM fyri brekað 2015

Krista Mørkøre megnaði at betra um sínar bestu tíðir í øllum teimum 4 kappingum sum hon luttók í á HeimsMeistarastevnuni fyri brekað 2015, sum varð avgreidd nú í vikuni í Glasgow í Skotlandi.

So er HM liðugt á hesum sinni. 4 kappingar, og persónligar betringar í teim øllum, tað eru vit sera fegin um. 400 frí í…

Posted by Torkil Mørkøre on Sunday, July 19, 2015

Continue reading Krista setti 4 persónlig met á HM fyri brekað 2015

Krista 32.01 í 50 frí á HM fyri brekað 2015

Krista Mørkøre roynir seg sum kunnugt á HeimMeistarastevnuni fyri Brekað 2015, sum er í Glasgow í Skotlandi í hesum døgum. Í gjár royndi hon seg í 50 metra frísvimjing, og megnaði hon tá at betra um sítt persónliga met í 50 metra frísvimjing, frá 32.33 sum hon svam á stevnu í Berlin í apríl mánaða, til 32.01 nú. Sí úrslitalistan her.

Krista Mørkøre í Berlin