Krista 2:35.97, silvur og persónligt met á Danish Open 2015

Krista Mørkøre svam seg í kvøld til eitt silvurheiðursmerki á Danish Open fyri brekað 2015, sum er í Esbjerg hetta vikuskiftið, tá ið hon í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 2:37.85, sum er persónligt met. Sí úrslitalistan her.

Continue reading Krista 2:35.97, silvur og persónligt met á Danish Open 2015

Krista 1:32.66 og silvur í 100 firvald á Danish Open 2014

Krista Mørkøre megnaði í morgun at vinna sær eitt silvurheiðursmerki afturat á Danish Open stevnuni fyri svimjarar við handicap, sum hevur verið í Esbjerg um vikuskiftið. Hetta tá ið hon í 100 metra firvaldasvimjing svam teinin uppá 1:32.66. Alt í alt vann Krista 1 gull, 2 silvur og 2 bronsu á hesi stevnu, og setti 7 persónlig met.

Fleiri góð úrslit til Kristu í dag

Update kl 23:30: Krista vann heiðursmerki í sínum bólki, og varð so nr 4 í finaluni har tey brúka eina stigaskipan til at samanbera úrslit í ymisku bólkunum. Og tíðirnar eru góðar – hon hevur svomið bestu tíðir í mestsum øllum greinum.

Krista Mørkøre hevur havt úr at gera á Danish Open í Esbjerg í dag, har hon luttók í øllum greinum uttan 100 rygg í innleiðandi riðlum, og síðani í øllum førum í einari finalu um kvøldið.

Eg dugi ikki heilt nóg væl skipanina sum nýtt verður í handicap-svimjing, til at vita um hon vann heiðursmerki; men hon varð so í øllum førum nr 2 í 50 bringu í innleiðandi riðlunum, nr 5 í 100 frí, sum tann einasta luttakandi nr 1 í 50 firvald og nr 3 í 400 frí.

Men so um kvøldið finni eg hana ‘bara’ í (opnu) finaluni í 50 firvald, sum sær út til at vera onkur samanseting úr øllum bólkum. Har megnaði hon at verða nr 4, við 36.64 og triðbestu tíð av teimum 8 luttakandi.

Krista 2:36.31 og bronsu í 200 frí á Danish Open 2014

Tað gekk bara heilt væl hjá Kristu Mørkøre nú longu fyrsta dagin á Danish Open fyri svimjarar við handicap, sum er í Esbjerg nú um vikuskiftið. Krista vann nevniliga bronsu í 200 metra frísvimjing, og sum skilst eru tey serliga glað fyri at tíðin 2:36.31 var persónlig betring á heili 12 sekund. Sí úrslitalistan her.

Krista Mørkøre til Danish Open 2014

Hetta vikuskiftið luttekur Krista Mørkøre á Danish Open 2014 fyri svimjarar sum við handicap, sum er í Esbjerg frá í dag til og við sunnudagin. Talan er um eina rættiliga altjóða kapping, við svimjarum úr Danmark, Føroyum, Noregi, Svøríki, Finnandi, Estlandi, Póllandi, Týskalandi, Belgia, Niðurlondum, Bretlandi, Slovakia, Tjekkia, Ísrael og Brasil. Lesið her á swimnews.dk og á dhif.dk, úrslit og sovorðið verður lagt her á titanium-media.de.

Krista Mørkøre bronsu í 400 frí á NM í Stokkhólmi

Krista Mørkøre hevur í dag roynt seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri brekað, sum er í Eriksdalsbadet í Stokkhólmi hetta vikuskiftið, og megnaði hon har at vinna sær bronsuheiðursmerki í 400 metra frísvimjing, har hon tók heili 10 sekund av síni bestu tíð, umframt at seta persónlig met eisini í 50 firvald. Tað er eitt sindur trupult at fáa skil á úrslitalistanum, tí tey brúka onkra poengskipan afturat tíðunum, og lista eisini úrslitini frá NM, NM 14 og Stockholm International Para Games alt á sama lista. Men generelt liggur hon nr 2 í meðal av teimum sum bera sama brek sum hon, og 4-5 av øllum óansæð brek, so tað er avgjørt gott nú hon fyrstu ferð kappast í ‘opna’ (vaksna) bólkinum. Tey kappast víðari í morgin, úrslitini síggjast her á livetiming.se.

krista-i-berlin

(Krista á IDM 2013 í Berlin. Torkil Mørkøre eigur myndina)

Krista Mørkøre til NM / Stockholm International Para Games 2013

Sum tit kunnu lesa her á isb.fo, so skal Krista Mørkøre hetta vikuskiftið royna seg á Norðurlendskari Meistarastevnuni fyri brekað, sum verður í Eriksdalsbadet í Stokkhólmi. Live Timing sæst her, har vit síggja at hon er styrkismett sum nr 3 í sínum bólki í 400 frí, nr 5 í 100 frí, nr 2 í 50 bringu, nr 3 í 50 firvald og nr 4 í 50 frí. Hetta er fyrstu ferð at Krista skal royna seg í opna bólkinum. Til ber at síggja kappingina beinleiðis á LiveTiming SuperLive.

Eriksdalsbadet ready for the 2010 World Cup leg in Stockholm

Krista fimm ferðir bronsu á IDM 2013 í Berlin

Update: Fínteljingin sigur møguliga ‘bara’ 4 bronsur til Kristu

Krista Mørkøre hevur hesar seinastu dagarnar luttikið á 27. Internationale Deutsche Meisterschaften Im Scwimmen Der Behinderten, við avbera góðum úrsliti. Pápi hennara Torkil skriver her á Facebook um avrik hennara, at hon hevur vunnið tilsamans 5 bronsuheiðursmerki, og at tey eru nøgd 🙂

krista-i-berlin

(Krista í Berlin. Torkil Mørkøre eigur myndina)