Kristina 26.65 og undir kravtíð til Oyggjaleikir (!)

Kristina EliasenOyggjaleikaúttøkustevnan byrjaði við einum braki í morgun, tá ið Kristina Eliasen árgang 1993 úr Havnar Svimjifelag vann 50 frí hjá kvinnum við 26.65, klárt undir kravtíðina til Oyggjaleikir á 26.91. Birita Debes varð nummar 2 við 26.92, men hevur longu klárað kravtíðina við sínum juniormeti 26.54 frá Ægir stevnu í februar. Sí úrslit.