NJM/NM 2012 verður í Vaasa, nú um vikuskiftið

Árliga Norðurlendska JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan verður í Vaasa í Finnlandi, fríggjadagin 14. desember til og við sunnudagin 16. desember, við luttøku av føroyingum eisini. Startlistarnir síggjast her á livetiming.dk; tað sær gott út hjá serliga Kristinu Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag, sum liggur til at vinna gull í 50 firvald, hjá Ceciliu Wigant Eysturdal úr Ægir sum liggur til at vinna silvur í 800 frí, og hjá Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag sum liggur til at vinna bronsu í 1500 frí.

Kristina Elin 27.67 og føroyskt met í 50 firvald

Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani risastórt nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing, við tíðini 27.67 har føroyska metið hjá Astrið Foldarskarð frá í morgun var 28.44. Tíðin er samstundis nýtt føroyskt juniormet, og undir kravtíð til EJM í Antwerpen í summar, sum tó ikki hevur so stóran týdning við tað at Kristina Elin er ov ung til at kunna luttaka. Astrið Foldarskarð var eisini væl og virðiliga undir metið frá í morgun, við tíðini 27.98 og Kristina Eliasen nær tí nú fyrrverandi við 28.74.

DSC02276

Kristina Elin Thomsen 1:05.45 og juniormet í 100 firvald

13-ára gamla Kristina Elin Thomsen morlaði í kvøld føroyska juniormetið hjá gentum í 100 firvald, tá ið hon á BankNordik stevnuni í Vági svam teinin uppá 1:05.45 – 1,09 sekund skjótari enn juniormetið hjá Biritu Debes frá stevnu í Havn í desember 2010, og nú stutt niður til føroyska metið hjá Bjørg Seloy frá Oyggjaleikum 2009 á 1:04.88.