Lochte meldar frá Duel in the Pool vegna knæskaða

Amerikanska svimjistjørnan Ryan Lochte fær ikki sum ætlað verið við í holmgonguni millum USA og ‘Evropa’, tí at hann herfyri hevur havt knæið undir skurð. Amerikanarar fara ikki at finna nakran avloysara fyri Lochte, so nú verða tey bara 35 luttakarar, heldur enn 36. Les swimnews.com

Jackson og Pellegrini melda avboð til landsdystin móti USA

SwimNews.com veit at siga, at bretski Joanne Jackson hevur meldað avboð til “Duel in the Pool” landsdystin móti USA í desember, av tí at hon stríðist við lungnabruna eftir ein umgang av influensa. Og Pellegrini hevur rennt seg í “a clash of dates”, sum merkir at hon velur ein døgverða við italskum politikarum fram um dystin ímóti USA. Avloysarar verða mest sannlíkt tær næstbestu til 400 og 800 frí úr hesum londum, Jasmin Carlin úr Bretlandi og sambært SwimNews Alessia Filippi úr Italiu. Eg (Rókur) skrivi “sambært SwimNews) her í tí seinasta, av tí at Filippi longu er á listanum, og tey tí kanska fáa brúk fyri at velja onkra aðra til at fáa fullmannað liðið.

Evropeiska liðið úttikið til landsdystin ímóti USA

Bretar, italienarar og týskarar hava nú tikið út sínar 18 kvinnur og 18 menn, ið undir heitinum “E-stars” skulu kappast ímóti USA, á landsdystinum Evropa-USA tann 18. – 19. desember 2009. 17 bretar, 14 italienarar og 8 týskarar, sum undir felags leiðslu av bretska landsliðs-høvuðsvenjaranum Dennis Pursley skulu royna at vinna á Michael Phelps & co, fyri Evropa. Liðið manglar profilar sum Paul Biedermann og Britta Steffen, men hevur hinvegin heimsnøvn sum Liam Tancock, Federico Colbertaldo og Federica Pellegrini, at verja borg ímóti amerikumonnum.
Continue reading Evropeiska liðið úttikið til landsdystin ímóti USA

Landsdystur USA móti Evropa í desember 2009

Fríggjadag og leygardag 18. til 19. desember verður forkunnugur landsdystur millum USA og Evropa í Manchester, har bestu svimjarar úr USA og Bretlandi, Týskalandi og Italiu møtast til holmgongu. Eftir ætlan skuldi Evropa umboðast av Bretlandi, Fraklandi og Russlandi, men fraklendingar hava meldað avboð vegna sponsor-trupulleikar, og russarar hava sjálvir onkra týðandi stevnu kallað “Salnikov Cup” í Skt. Pætursborg um somu tíð, har týski Biedermann forrestin eisini skal luttaka. Hann møtir tí ikki í Manchester.

Upprunaliga skuldi hendan stevna verða sambært nýggju reglunum um svimjidraktir; tað vil siga at einans tekstil-draktir uttan lynlás kundu brúkast, hjá kvinnum niður á knæ og hjá monnum bara sum stuttibuksur. Men tá ið Frakland og Russland vórðu skift út við Týskaland og Italia, bóðu italiumenn um at sleppa at brúka draktir frá sínum sponsori Jaked, sum til nú einans hevur framleitt ‘superdraktir’, og altso onga enn sum kann brúkast í 2010.
Continue reading Landsdystur USA móti Evropa í desember 2009