Hetta eru egentliga gomul tíðindi, sum Ekstra Bladet tekur upp nú: Mark Regan fer frá eftir OL í Beijing í summar, og danska svimjisambandið leitar tí eftir nýggjum landsliðsvenjara, ið helst skal verða funnin áðrenn OL.
Tag: landslið
Jón og Petur Heðin fyribils landsliðsvenjarar
Sum tit eisini nú kunnu lesa í viðmerkingunum til tíðindini um at landsliðsvenjarin er farin frá, so hevur Svimjisambandið sett teir báðar Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnason til fyribils at taka sær av landsliðnum, “til onnur loysn er funnin”.
Landsliðsvenjarin er í barnsburðarfarloyvi
Gevið gætur at hetta ikki eru offisell svimjisambandstíðindi; men tað skuldi verið púra vist at landsliðsvenjarin Brian Marshall í løtuni er í barnsburðarfarloyvi, í umleið eitt ár. Havi spurgt meg rættiliga væl fyri, og skilji á lagnum at hetta hevur verið galdandi síðani einaferð stutt áðrenn landsliðsvenjingarleguna í Íslandi í januar.
Hetta er sjálvsagt ein ógvuliga óheppin støða, við tað at landsliðið harvið er meira ella minni í venjaraloysi komandi árið. Kristian Martin Joensen er gott nokk til taks sum hjálparvenjari hjá landsliðsvenjaranum, men stóri spurningurin er nokk mest um Svimjisambandið hevur ráð at uppstiga hann til landsliðsvenjara, ella at seta ein annan í fyribils landsliðsvenjarastarv, meðan Marshall er burturstaddur.
Orsakið meg fyri at koma við sovorðnum ‘hálvum’ tíðindum, men SSF hevur týðiligvís havt ein trupulleika við at halda sína heimasíðu og okkum áhugaði ajour við tí sum fyriferst í svimjisambandshøpi, síðani Helgi á Fløtti fór úr starvsnevndini í heyst. Mær dámar ikki at renna við slatri, men hinvegin er tað væl heldur ikki rætt at lata verða við at viðgera evni, bara tí at eingin almenn tíðindi koma frá sambandinum.