Á heimasíðuni hjá Svimjisamband Føroya stendur í dag skrivað:
Í samband við tað langtíðarætlan, sum svimjisambandið hevur lagt fram í vár, er landsliðsarbeiðið eisini viðgjørt. Úrslitið av hesi viðgerð er m.a. at vit nú fáa ein landsliðsvenjara, sum ikki er venjari hjá nøkrum ávísum felagi. Hetta meta vit at vera ein fyrimun í dagliga arbeiðinum at menna føroyska svimjing.
Ætlanin er at endurskoða landsliðsarbeiðið og hesum kemur nýggi venjarin at standa fyri.
Svimjisamband Føroya og Svimjisamband Íslands hava nú gjørt samstarvsavtalu fyri komandi árið.
Samstarvið inniber m.a., at landsliðsvenjari í Føroyum verður Brian Marshall, sum er breti, men býr í Íslandi.
Hann hevur royndir sum venjari í nøkur ár, og er í dag knýttur at íslendska svimjisambandinum.
Samstarvið byrjar 1. august, men longu hetta vikuskiftið verður nýggi venjarin í Føroyum og vitjar í samband við, at oyggjaleikaliðið er á venjingarlegu í Tórshavn.