Tweet via Michael Phelps í morgun: “Congratulations Larsen Jensen on graduation day. A new US Navy Seal is born.” Larsen Jensen vann silvur í 1500 frí á OL í Athen í 2004, og bronsu í 400 frí á OL í Beijing í 2008.
Tag: larsen jensen
Hackett metir at minst 6-7 fara undir 15 í 1500 frí
Verandi heimsmethaldari og OL gullvinnari á 1500 frí, Grant Hackett, metir at teir 1500 í Melbourne verða "the most competitive in history". Hann metir ikki at heimsmetið er í vanda, men at teir verða nakrir sum fara undir 14:40, og einir 6 ella 7 sum fara undir 15 minuttir.
Atvoldin til at hann sigur so, er at amerikanski 1500 metra svimjarin Larsen Jensen eitt sindur nasadjarvt hevur sagt, at Grant Hackett bara kemur við umskyldningum, um at hann (Hackett) ikki er í so góðum formi sum vanligt. Hackett skifti venjara fyri einum mánaða síðani, og hevur sambært sær sjálvum undirmett hvussu tað fór at ávirka formin.
So Hackett metir altso ikki at hann kann taka metið sjálvur, og spurningurin er tí hvussu góðir hinir eru. Viðvíkjandi Larsen Jensen er hann (Hackett) tó nokk so bersøgdur: "I hope he competes as well as he talks".
Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá heimsmeistarastevnuni
Myndin er fingin av Flickr kontoini hjá ‘vanou’, og vísir frá vinstru Larsen Jensen (USA), Yuri Prilukov (RUS) og Grant Hackett (AUS), eftir 1500 frí finaluna á síðstu heimsmeistarastevnu í Montreal (Kanada) í 2005. Hackett vann gull, Jensen silvur, David Davies (GBR) bronsa, og Prilukov varð nr. 4 (almennur úrslitalisti sum pdf-fíla).