Áhugaverdar broytingar í reglugerðini hjá LEN

LEN hevur sambært SwimNews samtykt at strika EM á stuttgeil tey ár tá ið HM á stuttgeil er, tað vil siga soleiðis at tað nú verður EM og HM á stuttgeil skiftivís annaðhvønn vetur. Tey taka burtur avmarkingina fyri hvussu stór búmerki kunnu vera á klæðunum, og fara at innføra liðsvimjing fyri bæði menn og kvinnur, tó so (enn) við teirri avmarking, at hvørki lið ella fyrstu svimjarar kunnu seta heimsmet, vegna galdandi FINA-reglur.

Formaðurin farin á LEN-fund á Kýpros

Svimjisambands-formaðurin Jon Hestoy er sum kunnugt eisini í “Technical Open Water Committee” hjá evropeiska svimjisambandinum LEN, og er í tí sambandi farin til Kýpros í morgun, á árliga fundin hjá teimum í morgin og ovurmorgin. So um hann er eitt sindur torførur at fáa fatur í, hesar næstu dagarnar, er tað tí at hann er langt av landi skotin.

CIMG2255