Bretsku Lewis Gordon Pugh svam sum kunnugt 1 kilometur tvørtur um eitt vatn uppi á Mount Everest, til at vísa á at eisini har bráðna jøklarnir av veðurlagsbroytingunum, so mikið at til ber nú at svimja har. Hann vísir her í videoini niðanfyri á vandan fyri alheims kreppu, nú triðja hvørt menniskja á klótuni er í vanda fyri at tróta drekkivatn. Og greiðir so sum fyrr ógvuliga litríkt frá sjálvum túrinum, har hann hesuferð skuldi svimja so spakuliga sum gjørligt í ískøldum vatni, til ikki at kvalast av iltmangul.
Tag: Lewis Gordon Pugh
Lewis Gordon Pugh kláraði teinin á Mount Everest
Bretski Lewis Gordon Pugh hevur sum kunnugt leingi fyrireikað seg til at svimja 1 kilometur í 5300 metrar hædd, í einum vatni á Mount Everest. Og í gjár gjørdi hann tað so, í vanligum svimjibuksum, svimjibrillum og svimjihettu. Pugh sigur sjálvur, at hetta var truplasta avbjóðing sum hann hevur gjøgnumført, við tað at hann skuldi balansera ferðina júst so, at hann ikki kvaldist av at svimja ov skjótt, ella køldist ov nógv av at svimja ov spakuliga.
Continue reading Lewis Gordon Pugh kláraði teinin á Mount Everest
Ein pólur og annar, Pugh hoppar útí
Bretin Lewis Gordon Pugh eigur metið at svimja bæði norðaligast á Jørðini, og longst suðuri ímóti Suðurpólinum. Móti endanum av videoini greiðir hann frá hvussu kuldin fær teg fyrst at hyperventilera, og síðani stigvíst at missa følilsi í hondum og armum.
Pugh ætlar at svimja á Mount Everest
Bretin Lewis Gordon Pugh er tiltikin havsvimjari, sum hevur svomið í ísakøldum vatni runt um í heiminum, bara í svimjibuksum. Hann hevur til dømis svomið 1 km á Norðpólinum, í vatni sum var -1.7° Celcius, til at vísa á at broytingar í veðurlagnum hava tiðna stórar partar av ísinum har burtur. Nú ætlar hann sær at svimja 1 km í umleið 5300 metrar hædd í einum vatni á Mount Everest, aftur til at vísa á at veðurlagið fær jøklarnar har at svinna, við vanda fyri at drekkivatni svinnur hjá 1.3 milliardum menniskjum. Les t.d. BBC News og sí Polar Defense Project.
Her er ein video har hann greiðir frá túrinum til Norðpólin. Nokk so langt, men einir 10 minuttir inni í videoini sær man video frá túrinum og svimjingini. Fyristillið tykkum… tað tók 4 mánaðir áðrenn hann aftur føldi sínar hendur ! :-S