Líggjas Joensen (2008) úr Ægir varð nú leygarkvøldið hin 1. februar 2025 avdúkaður sum Ítróttastjørnuskotið 2024, á Ítróttafagnaðinum 2024 sum Ítrottasamband Føroya skipaði fyri í Løkshøll í Runavík.

Líggjas Joensen (2008) úr Ægir varð nú leygarkvøldið hin 1. februar 2025 avdúkaður sum Ítróttastjørnuskotið 2024, á Ítróttafagnaðinum 2024 sum Ítrottasamband Føroya skipaði fyri í Løkshøll í Runavík.
Hygga nú vit – Líggjas Joensen tilnevndur til heiðurin sum Ítróttastjørnuskotið 2024, hjá Ítróttasambandi Føroya.
Lesið her á heimasíðu ÍSF:
Líggjas Joensen royndi seg nú tíðliga í morgun í 800 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði hann har at svimja seg til óføru tíðina 8:32.54. Hetta er nógv besta tíð hjá honum nakrantíð, við meira enn 9 sekundum í mun til hansara til nú bestu tíð, sum var 8:41.85 frá HM í Fukuoka í juli mánaða í fjør.
Í morgin byrjar HM 2024, við luttøku av Líggjasi Joensen úr Føroyum. Startlistarnir síggjast her á omegatiming.com, har úrslitini eisini verða at síggja. World Aquatics stroymar eisini frá stevnuni, men tíverri sær tað út til at viðkomandi tænasta ikki er tøk at síggja úr Føroyum enn. Danir vísa her á eurovisionsport.com
Hin 11. februar byrjar svimjistevnan á HeimsMeistarastevnuni 2024, við luttøku av eisini einum føroyskum svimjari. Luttakaralistarnir síggjast her, har vit síggja at Líggjas Joensen úr Ægir er rætt skrásettur til at skula luttaka í 400 og 800 frí