Her knappar 2 tímar áðrenn Ólavsøkusvimjingin 2014 verður svomin, kunna vit hyggja at hvussu gekst á Ólavsøku í fjør, tá Lív Erlingsdóttir Eidesgaard vann við mettíðini 5:27.8, ið Cecilia Eysturdal setti árið undan, altso í 2012. Í dag eru báðar tilmeldaðar at svimja, og eru tær favorittar at vinna saman við Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag.
Tag: Lív E. Eidesgaard
Lív 1:01.51 og føroyskt juniormet í 100 frí í fjør
Her er eitt met sum opinbart er dottið burtur í millum, frá tá ið Lív Erlingsdóttir Eidesgaard í fjør luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, í Reykjavík í fjør. Lív megnaði tá nevniliga at svimja teinin uppá 1:01.51, sum rakk til eitt fjórðapláss einans 8 hundraðpartar frá bronsuni. Og við tað at føroyska juniormetið stendur at vera Guðrun Mortensen 1:01.62 frá EM í 2012, so má hetta hava verið nýtt føroyskt juniormet. Til lukku við tí, Lív.
Lív vann Ólavsøkusvimjingina
Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann Ólavsøkusvimjingina í gjár við tíðini 5:27.8. Lív tangeraði harvið metið hjá Ceciliu Eysturdal frá í fjør. Metið hjá monnum er 4:18.0, sum Magnus Jákupsson setti í 2011. Nummar tvey og trý í opna bólkinum vóru ávikavist Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Remi Lamhauge, bæði úr Havnar Svimjifelag. Skjótasta kvinna yvir 25 ár var Anja Joensen framman fyri Randi Holm og Anida Johannesen. Anja eigur sjálv metið frá í fjør sum er 8:44.0. Hjá kvinnum undir 25 ár vann Lív Erlingsdóttir Eidesgaard framman fyri Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Signa Vár Dávadóttir. Skjótasti, og einasti, maður undir 25 var Bartal Erlingsson Eidesgaard. Hjá monnum yvir 25 vann Remi Lamhauge við nýggjum metið á 6:16.8 framman fyri Erling Eidesgaard (6:27.5) og Uni Kárason Petersen (6:51.3), allir skjótari enn masters metið hjá Erlingi á 6:52 frá 2011.
Frá vinstru Vár og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard og Signa Vár Dávadóttir
Continue reading Lív vann Ólavsøkusvimjingina
Lív E. Eidesgaard í Strok
Barnablaðið Strok hevur í nýggjastu útgávu eina stóra grein um 12 ára gomlu Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, sum er so mikið seriøs við síni svimjivenjing, at hon fyri tíð síðani valdi at byrja at pendla úr Havn til Suðuroyar hvørt vikuskifti, til at fáa eyka góða venjing har suðuri. Tað er 16 ára gamla Joan Kristina í Jákupsstovu sum skrivar.
Lív E. Eidesgaard skiftir til Suðuroyar Svimjifelag
Svimjisambandið fekk her í vikuni fráboðan um, at Lív E. Eidesgaard skiftir felag frá Havnar Svimjifelag til Suðuroyar Svimjifelag, í øllum førum hetta til árslok. Lív er framhaldandi limur í Havnar Svimjifelag og býr og gongur framvegis í skúla í Havn, men fer fram til jóla at venja hjá Jón Bjarnasyni í Vági í vikuskiftunum. Mitt í viku venur hon framvegis í Havn, leisturin er gjørdur í samráð við venjarar og nevnd í báðum feløgum. Lív umboðar fyrstu ferð SuSvim á úttøkustevnuni til NJM/EM í Klaksvík hin 29. til 30. oktober 2011.
Her niðanfyri er innslag sum KVF gjørdi um Lív hin 12. september 2011.
3-2 um Lív E. Eidesgaard hin 12. september 2011
Innslag í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya hin 12. september 2011, um 11 ára gomlu Lív E. Eidesgaard.