Kardashian hevur fangað tað, viðvíkjandi lívbjarging

Tað er kanska eitt sindur tíðliga í mun til ráðini frá American Academy of Pediatrics, tá ið amerikanska ‘celebrity’ Kourtney Kardashian nú umhugsar at senda 6 mánaðar gamla sonin til svimjiundirvísing. Men hon hevur forstaðið tað rætt, at børn sum byrja tíðliga fáa betri refleks í vatni, millum annað til at lata verða við at anda undir vatnskorpuni:

Which brings me to a subject I could use feedback on: I am thinking of having Mason start swimming lessons this summer. I’ve heard that babies become great swimmers when taught early because of their natural survival instinct to hold their breath under water. The combination of a pool and a baby does scare me if lots of caution isn’t taken though.

Picture courtesy of stealts, CC by-nd

Tvær 8 ára gamlar nærum druknaðar í donskum svimjihyli

“Jeg forstår det ikke. De to børn leger i halvanden time ovre i børnebassinet, da de af en eller anden grund pludselig beslutter sig for at hoppe over i det dybe bassin. Og her er det helt tydeligt, at de ikke kan svømme,” fortæller Lene Simonsen til bt.dk. Poolområdet er ikke overvåget af livreddere, og det er op til forældrene at overvåge deres børn, når de er i svømmebassinet. Les jp.dk

Í USA viðmæla tey nú at børn millum 1 og 4 ár læra at svimja

American Academy of Pediatrics (AAP) viðmælir nú at børn undir 4 ár læra at svimja, til at umganga syrgiligar druknivanlukkur. Til nú hevur hesin stovnur frámælt at so ung fáa frálæru, tí at hildið varð at tey vóru ikki nóg motorisk búgvin. Men nú vísir nýggj gransking at frálæra her í praksis kann minka um talið á druknivanlukkum við 88 prosentum. Les her og her á cnn.com.
Continue reading Í USA viðmæla tey nú at børn millum 1 og 4 ár læra at svimja

Í DK læra lívbjargarar børnini at svimja, tí at skúlaverkið svíkur

Den Nordsjællandske Kystlivredningstjeneste er nú farin undir at bjóða grundleggjandi svimjifrálæru á strondini, av tí at fleiri og fleiri ikki duga at svimja. Drukning er næststørsta orsøk til at danir doyggja av vanlukku, sambært lívbjargarunum ofta bara tí at fólk verða kløkk av at fáa eina aldu í høvdið ella vatn í munnin, og so fara í panikk. »Vi ved, at det går ned ad bakke med danskernes svømmefærdigheder, for flere svømmehaller lukker, og der skæres ned på skolesvømningen. Når vi lever i et land med så meget kyst, er det mig en gåde, at der ikke er flere tilbud om vandtilvænning.«, sigur kystlivredningschef Erik Bech. Les metroxpress.dk

Cullen Jones gjørdist svimjari, tí hann einaferð mundi druknað

Amerikanski OL-gullvinnarin Cullen Jones var herfyri í Chicago við “Make a Splash” tiltakinum hjá USA Swimming Foundation og ConocoPhillips, at greiða frá hví hann eisini heldur at svimjing er so alneyðugt. Sjálvur byrjaði hann tíðliga at svimja, eftir einaferð í einum vatnlandi at hava verið um at drukna. Sí chicagodefender.com

Cullen Jones

[Picture courtesy of myuzeme, cc by-sa]
Continue reading Cullen Jones gjørdist svimjari, tí hann einaferð mundi druknað

Eysturkommuna avtók svimjihylin við Gøtugjógv

Sum kunnugt skuldi Eysturkommuna nú á býráðsfundi 28. juni taka støðu til, hvussu vítt svimjihylurin við Gøtugjógv skuldi niðurleggjast, so at Skeggjar og aðrir svimjarar í Gøtu heldur skulu fara til dømis til Leirvíkar at svimja. Endin á hesum varð, at leirvíkingarnir Jóhan Christiansen, Terji Lervig, Elin V. Olsen og Joen Magnus Rasmussen atkvøddu fyri at niðurleggja hylin, meðan Tollakur Joensen og Hanna Jensen úr Gøtu atkvøddu ímóti, og Fríðgerð Heinesen úr Leirvík og Hans Mourits Foldbo úr Gøtu atkvøddu blankt.
Continue reading Eysturkommuna avtók svimjihylin við Gøtugjógv

Tórshavnar kommuna søkir lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali

So stendur á heimasíðuni torshavn.fo:

“Søkt verður eftir einum manni og einari kvinnu til fulltíðarstarv sum lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Søkt verður eisini eftir tveimum kvinnuligum lívbjargarum sum avloysarar, onnur byrjar í august til januar 2011, og hin byrjar í august til juni 2011.
Continue reading Tórshavnar kommuna søkir lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali

Alt ov nógvar druknivanlukkur millum børn í Danmark

De 5 baderådDanska TrygFonden rópar varskó, nú nýggastu hagtøl yvir druknivanlukkur í Danmark eru klár. Vanliga hava tey bara hugt at teimum vanlukkum har onkur doyði, men nú hyggja tey eisini at øllum teimum sum hava verið á sjúkrahúsi vegna druknivanlukku, men sum yvirlivdu. Og tølini vísa at 44% av teimum sum verða viðgjørt á sjúkrahúsi eftir drukning eru børn undir 15 ár. Tað eru eini 231 børn í Danmark í tíðarskeiðnum 2001-2008, harav 19 doyðu. Og tað er alt ov nógv, heldur TrygFonden.


Continue reading Alt ov nógvar druknivanlukkur millum børn í Danmark

Carstensen heiðraður fyri síni evni eisini sum lívbjargari

Danski Jacob Carstensen fekk nú leygardagin “LivredningsFondens Pris 2010”, fyri síni evni í tí tey kalla ‘kappingarlívbjarging’. Jacob vann sum kunnugt HM í 400 metra frísvimjing á stuttgeil í Gøteborg í 1997, men hevur nú í seinastuni lagt meira um til hesa fyri okkum føroyingar heldur ókendu grein, har lívbjargararnir kappast í “Baywatch”-líknandi kappingargreinum. Og tað gongur tað eisini bara væl hjá honum, við bronsu í “surf race” á EM í 2007, og bronsu í 200 metra forðasvimjing á HM í Berlin í 2008. Lesið her á svoem.dk

Sjálvvirkandi undirvatns-yvirvøka bjargar lívum

Sá hetta brotið í sjónvarpinum júst nú, í temasendingini um hvussu vevmyndatól kunnu forða fyri vanlukkum og brotsgerðum, áðrenn tær henda. Sjálvvirkandi yvirvøkuskipanin Poseidon hevur sambært framleiðarunum sjálvum longu bjargað 12 lívum, harav ein hending er lýst í videoini her.